Nógv fólk duga væl at taka til, men hevur tú trupulleikar við at finna røttu orðini í røttu løtuni, so verður nýggja tiltaksorðabókin kanska ein hjálp hjá tær.
»Steinur brestur fyri mannatungu« kallast bókin, sum kom út í gjár.
Høvundarnir eru Hjalmar P. Petersen, ið hevur ritstjórnað bókini, og Páll Isholm, sum umframt at skriva inngangin hevur greitt bókina til prentingar.
? Ætlanin við hesi fók er at lýsa og varðveita ein sera týdningarmiklan part av máli okkara, ið ikki rættiliga kemur til sín rætt í vanligum orðabókum, siga høvundarnir.
Har gott fólk er...
Bókin er skipað sum uppslagsverk, og tað ber til at leita eftir høvuðsorðinum í einumhvørjum orðafelli.
Og tað eru bæði nýggjar og gamlar vendingar við.
? Har gott fólk er, kemur gott fólk til, verður ofta havt á munni, men tað eru ikki bara slíkar klassiskar vendingar, sum hava fingið innivist í bókini.
? Ert tú føddur í SMS? er ein spurningur, og tað verður sagt við fólk, sum ikki lata hurðarnar eftir sær.
Bókin er á tremur við líknandi orðafellum og máliskum.
Lurta fegnir
Høvundarnir hava savnað tilfarið til bókina í orðabókum, sum longdu finnast á føroyskum, og uttan hesar bøkur hevði tað verið vónleyst at gjørt nýggju orðabókina, siga høvundarnir.
? Tiltøk verða søgd í serligum samanhangum. Tískil er torført at fáa fatur á øllum, eisini tí tey kunnu broytast í formi og innihaldi. Eitt slíkt verk verður ongantíð fullkomið, sigur høvundarnir, sum fegnir taka ímóti viðmerkingum, rættingum ella ískoytum til bókina.
Hetta kann verða brúkt í eini møguligari nýggjari útgávu av bókini.
Bókin, sum er 240 síður til longdar, kostar 215 krónur og fæst nú í bókabúðunum kring landið.