Ert tú nærtøkin hevur tú ongan kjans

Sonur Heidi Petersen legði seg í songina at gráta, tá ið hon varð vald í løgtingið. Lisbeth L. Petersen heldur, at tað ringasta er, tá ið tíni egnu ganga ímóti sær, og Annita á Fríðsmørk ger greitt, at skulu kvinnur verða við í politikki, mugu tær spíska albogarnar beinanvegin. Vit hava hitt tríggjar løgtingskvinnur til eitt prát um teirra upplivingar í politikki

Lisbeth L. Petersen, Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen eru tríggjar av kvinnunum, sum hava rokkið um tinggáttuna og arbeiða í løgtinginum.

Ein gerandisdag í september hittu vit tær til eitt prát um kvinnuliga umboðan á tingi, um teirra royndir í politiska arbeiðnum, og hvat kann betra um kvinnuligu umboðanina á løgtinginum.


Er tað ein tung avgerð at lata seg uppstilla fyrstuferð?

Annita:. Fyrstu ferð, eg var uppstillað, var til fólkatingsval í 1991. Tað var eitt stórt stig, og eg var hjartkipt. Eg var við í Norðurlandahúsinum og skuldi halda eina lítla røðu. Eg skrivaði hana 14 dagar frammanundan, og so lærdi eg hana uttanat. Eg var ræðuliga nervøs. Men so varð eg aftur uppstillað til næsta fólkatingsval, og at enda til løgtingsvalið í 98. Tá var tað ikki ein tung avgerð.

Lisbeth: Eg var heilt ung, tá eg stillaði upp fyrstu ferð, men tað var mest tí, at teir bara skuldu hava onkra kvinnu á listan. Eingin roknaði við, at eg fór at koma inn, so tað var ikki ein tung avgerð. Men mín elddópur kom í 84, tá eg stillaði upp til kommunuvalið. Eg hevði ongan áhuga fyri kommunalpolitikki, kom bara á listan fyri at hjálpa einum øðrum. Men tá avtornaði, kom eg einsamøll inn. Tað var torført.

Heidi: Tað var av tilvild, at eg stillaði upp. Eg var formaður í Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, og vit høvdu funnið okkara valevni. Men so leyp ein frá. Vit royndu at finna nýtt valevni, men uttan úrslit. At enda hugsaði eg, “okey, eg geri hetta bara. Hetta kostar 3 vikur av mínum lívi, og so havi eg roynt tað. Eingin væntaði, at eg fór at koma inn. Men tá eg segði ja, so fór eg heilhjartað inn í kampanjuna.


Hvussu er løtan so, tá atkvøðurnar eru taldar upp, og úrslitið vísir, at tit eru valdar?

Heidi: Ta løtuna blíva fólk púra ør. Og at eg var sloppin inn, var eitt totalt sjokk. Eg var glað, skelkað, forfard og ærað, tað var kaos. Nógv fólk kom inn á gólvið. Men sonurin legði seg í seingina at gráta. Hann segði, at “nú fert tú á ting, og eg fari ongantíð at síggja teg aftur.” Tað kvøldið lovaði eg, at eg skuldi keypa okkum báðum fartelefon, soleiðis, at hann altíð kundi fáa fatur á mær.

Lisbeth: Tá eg var vald inn í býráðið fyrstuferð, hugsaði eg: “klári eg hetta?” Hini býttu seg í tveir partar, og eg stóð einsamøll í miðjuni. Annar parturin beyð mær alt uttan formanssessin, meðan hin bara beyð mær formanssessin. Eg valdi at taka tað mest læruríka, og segði tí nei til at vera býðráðsformaður. Tá eg ikki tók av formanssessinum, vóru nógvar kvinnur eftir mær. Tað var sera óbehagiligt. Men eg var glað fyri mína avgerð, tí eg lærdi øgiliga nógv tey árini.

Annita: Tá eg kom inn, var ein røringur í fólkinum, tí fullveldið var veruliga komið á dagskránna tá. Vit vóru trý nýggj og ung valevni, sum komu inn. Eg var 29, Høgni var 30 og Páll var 31, og tað lá stór ábyrgd á okkum, tí fólkið væntaði, at nú skuldi okkurt henda við fullveldinum. So beinanvegin valnáttina høvdu vit samráðingar um at skipa samgongu. Og tað eydnaðist.


Politikkur er kalt umhvørvi

Hvussu er politiska spælið handan leiktjøldini ?

Annita: Politikkur snýr seg um vald, so har eru nógvir albogar. Og skalt tú vera við, mást tú spæla við teimum reglum, sum eru, og fáa spískar albogar beinanvegin. Tað er hart, tí knappliga verður tú niðurgjørd av fólki, sum tú ikki hevði væntað tað av. Tað er eitt kalt umhvørvi.

Lisbeth: Í hinum flokkunum veist tú, at tú hevur mótstøðufólk. Men tað ringasta er, tá tíni egnu ganga ímóti tær. Tað er óbehagiligt. Men tað ein spurningur um makt, og eg eri ikki drigin upp við at skula brúka albogar, tí hevur tað til tíðir verið ringt.

Heidi: Eg havi altíð kempað fyri tí, sum eg havi trúð uppá, so tað er ikki nakað nýtt fyri meg. Men orðaskiftið kann vera øgiliga hart og eisini persónligt. Men tá fólk ikki hava nøkur argument, so gerast tey persónlig. Tað má man bara vita. Ert tú nærtikin, hevur tú ongan kjans.

Lisbeth: Eg minnist, hvussu hjartaleyst fólk tosaðu við meg, tá eg var barn, og eg segði hvør eg var. At enda svaraði eg ikki, tá tey spurdu meg, tí eg var so bangin fyri at hoyra okkurt niðrandi um pápa ella abba. Og tað hongur við. Eg havi verið ræðuliga kedd um, at míni nærmastu skuldu hoyra fyri okkurt, sum eg havi sagt ella gjørt.

Annita: Fyrsta tíðin eftir, at eg kom inn á ting, var eisini hørð. Knappliga byrja fólk at skriva hvassorðað lesarabrøv og niðurgera teg.

Lisbeth: Ofta er tað eisini órættvíst

Annita: Ja, órættvíst! Men tú venur teg við tað eftir nøkur ár. Tú kanst ikki blíva kelað ígjøgnum fleiri ár í politikki, tí um fólk bara halda, at tú ert fitt, so verður tú ikki afturvald.

Lisbeth: Tað er eisini sera ringt at liva við kompromissum. Men tey eru ein neyðugur partur av politikki.


Hvussu tá tit hava søkt álitispostar, hava tit verið noyddar at arbeiða harðari enn menninir fyri at fáa somu sømdir?

Lisbeth: Eg kom inn í Løgtingið í 1990, og tá fekk eg hart og týðiliga at vita, at “vit, sum hava sitið longst, velja fyrst”, og so fekk eg tað, sum leyp av. Men tað er broytt nú.

Heidi: Eg haldi ikki, at nakar mismunur var hjá okkum. Øll førdu síni ynski fram, og so varð býtt. Eg haldi ikki, at tað var munur á, hvat kvinnur og menn fingu. Eg fekk í øllum førum tað, sum eg ynskti mær.

Annita: Tá postar verða býttir út, er tað alles kamp mod alle. Ert tú lítillátin og eftirgevandi, fært tú einki. Tá er líkamikið, um tú ert maður ella kvinna.

Lisbeth: Fólk sum koma inn nú, eru tilvitað um, hvat tey vilja hava. Soleiðis var tað ikki fyrr. Eg hevði stóra virðing fyri teimum eldru, og eg gjørdi, sum teir søgdu. Men tað eri komin yvir, og í dag hevði eg tosað øðrvísi við teir.

Annita: Hjá okkum er tað ein sjálvfylgja at hava kvinnur við, eisini í landsstýrissessum o.t. Men eg vil pástanda, at tað vera dugnaligar kvinnur valdar. Tað er ikki uttan krøv, at álitispostar verða latnir.


Stórur tørvur á kvinnum

Er tað nakrantíð soleiðis, at tit hugsa: Her eru altso ov fáar kvinnur?

Allar við ein munn: JA!!!

Lisbeth: Ofta, ofta.

Annita: Og tað mangla kvinnur í øllum flokkunum, ikki bara í okkara egna flokki.

Heidi: At eingin kvinna er í stórum flokkum sum Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum er sera harmiligt. Tí vit samstarva á ein heilt annan hátt enn menninir. Kvinnur duga betri at fara beint til málið og loysa tað. Tað er ikki so týdningarmikið at fáa staðfest júst, hvør tað var, sum kom við loysnini, og reypa um tað á røðarapallinum. Tað, at málið verður loyst, er tað týdningarmesta.

Lisbeth: Eg havi verið einsamøll kvinna í samgonguni, og tað merkist. Hendan samgongan er farin, tað blívi eg við at siga, tí teir hava tosað um asfalt, grót og betong. Tað kann eingin nokta. Og harnæst hava teir tosað um fisk.

Annita: Eitt dømi um vantandi kvinnur er barsilsskipanin, sum er degraderað tvær ferðir í hesum valskeiðnum. Hevði samgongan verið mannað nøkulunda 50-50, so hevði tað ikki gliðið so lætt ígjøgnum. Men tá tað kemur til tunnlar og keiir, verða pengarnir játtaðir. Tað vísir seg, at tað tekur fleiri ár at lækka stuðul til menn, meðan stuðul til kvinnur kann lækkast eftir einum degi.

Heidi: Vit hava ein annan vinkul enn menninir. Vit hugsa øðrvísi, og loysnirnar eru ofta fjølbroyttari.

Annita: Ikki tí, tað eru eisini nógvir ógvuliga sosialt tilvitaðir menn í tinginum.

Lisbeth: Ja, men samfelagið er jú sett saman av monnum og kvinnum. Tað er tingmanningin ikki.


Hvat kann draga kvinnur upp í politikk?

Annita: Tað eru nógvar kvinnur, sum eru áhugaðar í politikki og sum vilja bjóða seg fram, men eingin hevur nakran kjans at koma inn, um man ikki verður profileraður.

Lisbeth: Og eg haldi heldur ikki, at kjakið, sum sjónvarpið sendir beinleiðis út tinginum, er nakað, sum lokkar kvinnur til. Tað er ofta á lágum støði. Og so er tað sjálvkritikkurin, sum kvinnur hava í nógv størri mun enn menninir.

Heidi: Men tað má eisini koma frá kvinnunum sjálvum. Tær mugu siga, at ”vit vilja gudsdoyð eisini kunna avgera, hvat okkara pengar verða nýttir til” Eg meini so við: Her sita 29 menn og bestemma hvat tínir pengar verða brúktir til. Er tað rímiligt?

Lisbeth: Ja, vit mugu undirstrika, at samfelagið virkuliga hevur brúk fyri kvinnuligum politikarum.

Heidi: Og flokkarnir hava skyldu at profilera tær.

Annita: Men konufólk hugsa eisini, “nei, eg veit einki um fiskivinnu í Barentshavinum, so eg kann ikki fara uppí politikk”. Men um tú ert ein vanliga skilagóð kvinna, - ella ein vanliga skilagóður maður, so hevur tú tað, sum skal til, tí tú lærir jú allatíðina.

Lisbeth: Og man er ósikkur í fyrstuni, men við tíðini venur tú teg við tað.

Annita: Kvinnur mugu góðtaka, at í politikki verða tær ikki róstar fyri alt, sum tær gera. Men menninir á tingið taka orðið í øllum málum, eisini um teir ikki kenna málið út í æsir, og teir fáa sanniliga eisini sítt at hoyra, um teir siga okkurt skeivt. Men teir geva ikki upp fyri tað.


Vænta tit, at tað koma fleiri kvinnur á ting eftir komandi val?

Lisbeth: Eg vóni tað, men í løtuni haldi eg ikki, at tað sær út til tað. Tíverri.

Heidi: Tað veldst alt um, hvussu væl flokkarnir fara at profilera kvinnurnar, nú upp til valið. Tað nyttar einki at fáa kvinnur til helvtina av listanum, og so bara loyva monninum at sleppa í sjónvarpið, sum onkur flokkur hevur gjørt. Tað gongur ikki.

Lisbeth: Við valið í 2004, tá eg var floksleiðari, lovaði eg fleiri kvinnum at halda røðu í Norðurlandahúsnum. Aftaná fekk eg briksl um, at eg hevði ført nakrar “óbetýðiligar” kvinnur fram, og tað var ein av grundunum til, at valið var so vánaligt.

Annita: Eg sakni eisini at hoyra frá kvinnum, sum ætla at stilla upp til komandi val. Hevur tú eina meining um okkurt, sum átti at verið broytt, so ræður bara um at koma út við tí, so tú verður sædd. Bara navnið og ein yvirskrift gera stóran mun. Tí skjótt vera 500 lesarabrøv í øllum bløðunum, og tá druknar man í mongdini.

Lisbeth: Men tað eru sjálvsálitið og sjálvkritikkurin, sum ofta spæla inn. Og so er tað spurningurin um, hvussu tær skulu administrera tíðina við politikki og familju. Men vit mugu senda eina felags áheitan út til føroyskar kvinnur um, at vit veruliga hava brúk fyri fleiri kvinnum í tinginum.

Heidi: Ja, tað kunnu vit skjótt semjast um!



Lisbeth L. Petersen

Uppvaksin við politikki. Í familjuni eru fleiri generatiónir av politikarum, og abbin var fyrsti løgmaður eftir heimastýrislógina. Pápin var blaðstjóri á Dimmu, sum tá var eitt agitatiónsblað hjá Sambandsflokkinum. Var ung, tá hon byrjaði í politiskum arbeiði, og var eisini virkin í kvinnufelagsarbeiði. Verið býráðslimur og býráðsformaður í Havn, fólkatingslimur og tinglimur.



Annita á Fríðriksmørk

Kemur ikki frá einum heimi, har politikkur var evnið við døgverðaborðið. Foreldrini vóru ikki tjóðveldisfólk. Hon var 19 ár, tá hon gjørdist limur í Unga Tjóðveldinum, og 25 ár tá hon kom inn í starvsnevnina. Eftir 10 ár í organisatiónini, kom hon inn á Ting í 1998. Áðrenn tað stillaði hon upp til fólkatingsval tvær ferðir. Sitið sum landsstýriskvinna við mentamálum. Eisini verið bygdaráðslimur á Strondum.



Heidi Petersen

Uppvaksin í Kvívík, har bygdin var býtt í sambands- og tjóðveldisfólk. Gjørdist tí tíðliga tilvitað um politiska støðu og gjørdist limur í Unga Tjóðveldinum. Giftist til Vestmannar og kom inn í býráðið har. Sitið í organisatiónini hjá Tjóðveldisflokkinum í Norðstreymi, áðrenn kom inn á ting í 04’.