Sparingar
Hetta sømir seg ikki.
Napoleon Joensen varð bæði kløkkur og bilsin, tá ið hann hoyrdi Útvarp Føroya greiða frá, at sparingar á Landssjúkrahúsinum fóru at raka apopleksiskjúklingar meint.
Sambært Útvarpinum skal seingjatalið til apopleksisjúklingar skerjast úr níggju sengrum, niður í fimm, tað, sum eftir er av árinum.
Apopleksisjúklingar eru sjúklingar, sum hava fingið heilaskaðar av blóðtøppi ella heilabløðing og tí gerast tey meiri og minni óhjálpin.
Napoleon Joensen er nevndarlimur í Heilafelagnum og hann heldur lítið um hesar sparingar.
Apopleksisjúklingar eru tann sjúklingurin, sum er eina ringast fyri.
Og eg haldi ikki, at tað sømir seg at lata sparingar raka teir sjúklingabólkar, sum frammanundan eru teir veikastu.
Apopleksisjúklingar hava frammanundan sera vánaligar umstøður á Landssjúkrahúsinum og tí varðeg bilsin at frætta, at júst hesin bólkurin skuldi rakast av sparingum.
Napoleon Joensen sigur at sostatt fáa apopleksisjúklingar ikki tær sømdir, teir eiga at fáa frammaundan og tí harmar tað hann, at teirra umstøður skulu skerjast enn meir.
Nógvir apopleksisjúklingar eru sera illa fyri og krevja munandi røkt alt samdøgurð. Apopleksi er sostatt ein sjúka, sum rakar alt húski hjá sjúklinginum sera hart og tí her hetta ómetaliga tyngjandi fyri tey avvarðandi.
Napoleon Joensen ivast ikki í, at hetta sparitiltakið á Landssjúkrahúsinum fer at vera umrøtt, næstu ferð, Heilafelagið hevur nevndarfund seinni í mánaðinum.
Fara at mótmæla
Hanna áReynatúgvu, sum er forkvinna í Heilafelagnum tekur fult undir við hesum. Tá ið vit hitt hana beintfyri døgverða í gjár, segði hon, at nevndin í Heilafelagnum hevur tosað saman og er samd um at senda landsstýrismanninum í heilsumálum og leiðsluni á Landssjúkrahúsinum eitt mótmæli.
Hetta eru sparingar, sum eru heilt burturvið, tí landssjúkrahúsið er einasta stað í landinum, sum tekur ímóti hesum sjúklingum. Tí er hetta ein sparing, sum raka bæði sjúklingarnar sjálvar og alt teirra húski, sera meint.
Hon vísir á, at samstundis eru møguleikarnir fyri at vera sendir av landinum til venjingar skerdir, tí eisini á tí økinum verður táttað í.
Vit hava arbeitt fyri at fáa fleiri tilboð til tey apopleksiraktu og tí er tað sera hugstoytt, at tað tvørturímóti verður spart á økinum, sigur forkvinnan í Heilafelagnum.
Hon vísir eisini á, at væntandi er , at talið á apopleksisjúklingum fer at vaksa við árinum, tí blóðtøppar eru ein vælferðarsjúka, sum fleiri og fleiri fáa.
Hetta eru sjúklingar, har tað er altavgerðandi at teir fáa venjingar fyri at teir, og húski teirra, kunnu fáa eitt virðiligt lív og tí er tað hugstoytt, at tað verður skert, sigur hon.
-
Umfatandi sparingar á Landssjúkrahúsinum
Tilsamans skal Landsjúkrahúsið spara tvær milliónir krónur í hesum árinum fyri at halda játtanina, sambært Útvarpinum og Dimmalætting.
Sparingarnar føra við sær, at talið á seingjaplássum til apoplexi-sjúklingar verður skert úr 9 niður í 5 seingjarpláss, tað ið eftir er av árinum.
Viðvíkjandi B6 og B7 verður onnur deildin stongd um vikuskiftið, tað ið eftir er av árinum. Sostatt fara deildirnar fara at skiftast um at hava stongt um vikuskiftið.
Á B8, sum er intensiv deild, eru tríggjar náttarvaktir, og har verður tann ein skorin burtur.
Á barnadeildini eru tvær náttarvaktir og har verður onnur skorin burtur. Tá ið tilber, skal barnadeildin verða stongd í vikuskiftinum. Tá verða børnini flutt á aðrar deildir, og móttøkan verður á bráfeingis deildini í nýggja G-bygninginum.
Harafturat verður reingerðin skerd.