Eru Føroyar á veg til eina ábyrgdarleysa diktaturloysing

- har politisk maktgirnd, nationalistiskt trongskygni og erkvisni eru ráðandi?

 

Regin Eikhólm

Tórshavn 22/7-2001

??????????????????????????



Eftir seinasta løgtingsval gjørdi loysingarsamgongan nógv burturúr tí fólkaræðisligu húgsjónini við íslendska loysingarleistinum sum fyrimynd, og bæði løgmaður og varaløgmaður undirstrikaðu tað neyðuga í, at Føroya fólk skuldi standa aftan fyri eitt møguligt nýskipanaruppskot.

Nú valskeiðið er um at vera liðið, er demokratiska intentiónin ikki vorðin til annað enn fagurlátaði orð, og í dag minnir fullveldisprosessini mest um eitt præludium ella forspæl til eina diktaturloysing, har fólkaræðisliga húgsjónin er útskift við loysing fyri loysingina skyld - kosta hvat tað kosta vil!


Loysingin persónsfikserað

Frá at vera eitt fólksins krav um neyðugar politiskar broytingar ella dagføring av ríkisfelagsskapinum er nýskipanarprosessin vorðin til persónsfikseraðan loysingarpolitikk hjá varaløgmanni uttan at hava fólkið aftan fyri seg. Devisan tykist vera: ?fælles fjende gør stærk?, men einvenda ákæran hjá varaløgmanni ímóti dønum er av somu skuffu, sum hvis føroyingar ákærdu bilverksmiðjurnar fyri tey mongu ferðsluóhappini í Føroyum. Tað eru hóast alt vit føroyingar sum stýra ? bæði bilinum og í 80?árunum.

Hjá varaløgmanni eru føroyingar bert neyðugir statistar, fyri at hann kann realisera eina diktaturloysing uttan vanliga fólkaræðisliga framferð. Alt snakk um ?sakligheit? og ?fólksins rødd? er ikki annað enn kávalótir, sum tykjast fjala út yvir politiska maktgirnd. Við avlýstu fólkaatkvøðuna 26. maj stóð tað heilt klárt, at fólkaatkvøður, sum ikki frammanundan taka undir við loysing, verða avlýstar.

Trongdskygda nationalistiska framferðin hevur sátt spjaðing og illvilja bæði í Føroyum og í Danmark. Um endamálið hevur verið at fáa allar samráðingar at detta niðurfyri og einvegis at geva dønum skyldina, so hevur hetta lutvíst eydnast higartil, men allar súðir eru ikki syftar enn!


Fullveldislogikkur og sjálvtekt

Hóast fíggjarstøðan er kaotisk bæði innan eldrarøktina og sjúkrahússektorin, so dikterar samgongan, at blokkstuðulin skal skerjast við 3-400 milliónum krónum næsta ár. Men sambært varaløgmanni so fara vit at klára okkum munandi betur aftaná! Deduktivt vil tað siga, at um vit lækkaðu lønirnar, so fingu fólk tað fíggjarliga meiri rúmsátt. Bert spell at varaløgmaður ikki greiddi Ingiborg, Ellinti og politikarunum annars frá hesum geniala ?fullveldislogikki?, tí so var als ikki neyðugt at hækka nakra løn, men heldur at lækka tær. Verkføllini saman við Brimla- / Teista málunum høvdu sostatt ongantíð sæð dagsins ljós, tí smb. ?fullveldislogikkinum? hjá Høgna Hoydal gevur minni peningur størri fíggjarligt rásarúm, skil tað hvør í vil?

Hesin ?fullveldislogikkur? er tó ikki galdandi fyri politikarar. Teir binda um heilan fingur ? just in case - og játta sær sjálvum rekord lønarhækkan og óhoyrda eftirlønarskipan við 50 ára afturvirkandi

kraft svarandi til 1-2 verkamannalønir ella 5-6 ferðir so nógv sum vanligir pensionistar fáa, uttan at hava goldið eitt klovið oyra í pensiónskassan.

Tá Palliba síðsta ár fekk lovað pensiónsískoyti, var einki at fáa, men undan summarfrítíðini tók tað løgtinginum minni enn 5 minuttir at avgreiða hundraðtals milliónir krónur til landsstýrismanna eftirlønir við útliti til tað sama fyri løgtingsmenn - segði nakar sjálvtekt?

Fyri 200 árum síðani ákærir Nólsoyar-Páll í Fuglakvæðum danskt stýrdu embætismennirnar fyri bert at hugsa um seg sjálvar: ?Kjógvi við sítt klipta ve/, hugsar við sjálvum sær:/?Vertin á, hvat annar fær; eg skal nøra mær.? Føroysku politikararnir kunnu takka skaparanum fyri, at Nólsoyar-Páll í dag stendur fastboltaður niðri í Vágsbotni!

Diktatoriskar loysingar ílegur

Vit kenna gongdina aftur frá søguni har ?målet helliger midlet?. Diktatorisku ílegurnar, sum kommunistarnir og ikki minst nationalsosialistarnir eru ræðandi umboð fyri, syrgdu altíð væl fyri sær sjálvum. Teir søgdu seg tæna fólkinum, men søgan lærir okkum annað.

Ábendingar um diktoriskar loysingar ílegur finnast eisini her hjá okkum. Í nýggja loysingarblaðnum, Fregnir, verða longu nú søguligar keldur selektivt valdar burturúr og snikkaðar til, soleiðis at søguhamurin undirbyggir loysingina, samstundis sum niðrandi nøvn verða sett á sjálvt deyðar samríkis sinnaðar politikarar, smb. søgufrøðinginum Kristin Vestergaard (Dimmalætting 14/7-01). Harumframt verður eisini roynt at politiserað t.d. konsertir við nýfiknum ungdómi og tann málsliga antidanska purisman verður eisini brúkt.

Eisini eru ræðandi dømir um ?ariska? loysingaratferð, sum tá Føroya fólk upplivdi at maritimi mentamálaráðharran vísti fólki durafjórðingin, tí viðkomandi ikki tosaði ?ariskt føroyskt?. Okkara kendasti rithøvundur og heiðursborgari í Havn er eisini fallin fyri ikki at hava skrivað ?ariskt føroyskt?, og verður nú eftir sín deyða hóttir við eksklusión í sínum egna landi ? hann sum annars var ein av okkara fáu intellektuellu slóvarum, ið gjørdist kendur uttan fyri eingjagarðarnar. Um hetta bert er ein einlig viðmerking ella ein meiri organiserað ?Hesuferð?, vil tíðin vísa, men sporene skræmmer!


Nationalistiskt erkvisni íblást av kvennleggi?

Eitt áhugavert fyribrigdi í Føroyum er tað ofta afturvendandi nationalistiska trongdskygni og erkvisni. Hetta fyribrigdi sæst ofta í umhvørvi har føroyingur giftur seg donskum kvennleggi og er sjálvur kanska ikki nóg búgvin til at taka ímóti tí meiri rúmsáttu donsku kontinentalmentanini, sum danski kvennleggurin náttúrliga byggir sín samleika á.

Hjá fleiri sampakkar tó sera væl og gevandi, men hjá øðrum verður eitt mentannar skisma ímillum okkara oyggjamentan og rúmsáttu donsku kontinentalmentanina. Klinisku symptomini ? serliga í kalllegg - kunnu vera alt frá danafobi til islandofili, við trongd til nationalistiskt at yvirkompensera og at draga føroyskt frammum sum tað einasta rætta. Tilsvarandi verður tað danska distansera og niðurgjørt.

Hetta forklárar kanska lutvíst hví verandi loysingarprosess í alt ov stóran mun byggir á tað emotionella heldur enn á tað rationella við reellum fólkavilja aftanfyri?


Trúfastur altíð var maður?

Rasmus C. Effersøe, hvørs standmynd í mong ár á grótsoylu hevur prýtt Tinghúsvøllin, yrkti at: ?Trúfastur altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð ..?, og so leingi hann stendur har sum eitt kennimerki, áttu politikarar at lagt sær orð hansara í geyma, til gavns fyri politiska trúvirðið.

Vanliga trúgva fólk bert uppá jólamannin í desember, men nógvar ?nissur? tykjast búgva í Føroyum og Danmark árið runt! Nationalistiskt trongskygni og erkvisni saman við politiskari maktgirnd verður ongantíð haldgóður føroyskur samleiki hóast dagliga innpakkaður í uniformerað kota-líki!

Ein stórur partur av føroyingum hevur als ongan trupulleika við sín samleika og rættindi sum danskur statsborgari, tað síggja vit eina best av teimum mongu føroyingum, sum fáa sær EU-pass!

Okkara 600 ára gamli ríkisfelagsskapur er nógv annað enn blokkstuðul, og tí er loysing ella ikki loysing eitt alt ov stórt og viðkomandi mál fyri Føroyar og Danmark at lata upp í hendurnar á einum ungum óroyndum politikara at ?loysa? mestsum einsamallur. Tað finst nevniliga annað enn svart og hvítt. Vit hava ein heilan ælaboga av litsamansetingum - eisini í politikki.

Vantandi politisku royndirnar hjá varaløgmanni vísa seg týðuliga í kollsigldum samráðingum og ábyrgdarleysari diktaturloysingar framferð, sum alt færri taka í álvara.

Føroyar hava nú meir enn nakrantíð brúk fyri realpolitikarum, sum ikki spæla poker um vælferð og persónliga frælsi føroyinga.