Eru farin at kanna vanlukkuna á skála

Arbeiðseftirlitið væntar at tað fer at taka nakrar vikur at kanna arbeiðsvanlukkuna á Skála í morgun

Á Arbeiðseftirlitinum er tey nú farin at kanna umstøðurnar, sum elvdi til syrgiligu arbeiðsvanlukkuna á skipasmiðjuni, Mest, á Skála í morgun, har ein maður, fyrst í fýrartiárunum,  40 læt lív.

 

Maðurin, sum arbeiddi hjá KJ Hydraulik, var í ferð við at sandblása eitt skip á Mest á Skála, tá ið ein ella onnur spreinging hendi við teirri avleiðing, at hann fekk ein lut frá blásianlegginum á seg, og tað rakti hann so meint, at hann doyði av stoytinum.

 

- Í slíkum førum eigur Arbeiðseftirlitið at fáa boð um vanlukkuna, og tað fingu vit eisini í hesum føri, sigur Leivur Persson, deildarleiðari á Arbeiðseftirlitinum.

 

Hann sigur, at tey fingu boð um vanlukkuna stutt fyri døgverða og tey sendu fólk á staðið at kanna umstøðurnar.

 

- Okkara uppgáva er at kanna umstøðurnar á staðnum við tí endamáli at fáa greiði á, hvat tað var akkurát, sum hendi.

 

 

Les eisini: Arbeiðsvanlukka kravt mannalív á Skála

 

 

Í hesum samandi verða mannagongdir og tekniska útgerðin kannað. Kannað verður eisini um trygdarviðurskiftini vóru, sum tey áttu og um talan er um brot á arbeiðsumhvørvislógina, sigur Leivur Persson.

 

Hann sigur, at hetta eru kanningar sum taka drúgva tíð og Leivur Persson sigur, at væntandi fer tað at taka nakrar vikur at koma til eina niðurstøðu.