- Vit fáa eina góða byrjan uppá dystin. Tað er ein góður hondbóltsdystur fyrstu løtuna. Har koma nógv mál, og ferðin er rættiliga høg. Men út á dystin fara teir frá okkum, og hetta er serliga orsaka av egnum útvísingum. Vit eru heldur seinir í verjuni, og hetta kostar. Reyðu kortini gera eisini, at vit hanga við høvdinum stóran part av dystinum. Harafturat fær Áki Olsen skaða, so tað verður ikki lætt.
- Sum heild var hetta ikki gott nokk, men vit síggja ljóst uppá tað til nsæta leygardag. Tá hava vit heimavøll.