Smá børn siga líka gjarna »minnist tú, hví Pippi tímdi ikki at ganga í skúla« sum »minnist tú, hví Pippi ikki tímdi at ganga í skúla«. Tey halda sostatt fast við orðarað, sum annars millum vaksin tykist at vera á veg út.
Tá ið orð verða sett saman í setningar, liggur oftast rímiliga fast, hvussu orðaraðið er. Í høvuðssetningum kemur noktanin eftir sagnorðið: »hann kemur ikki í morgin«. Í eykasetningum hinvegin kemur noktanin vanliga undan sagnorðinum. Tó vísir ein variatión seg í eykasetningum, og hon snýr seg um, hvørjumegin sagnorðið noktanin ikki stendur. Her er eitt dømi til at lýsa, hvat ið meint verður við: »Alt í einum varnast hon, at tey eru ikki heima«. Vit síggja, at noktanin ikki stendur eftir sagnorðið, men mong høvdu ivaleyst líka gjarna valt orðaraðið »(…) at tey ikki eru heima«, og tað er uttan iva eisini tað vanligara í nútíðarføroyskum. Tað er tó greitt, at tað fyrra er tað eldra orðaraðið.
Hvat byggir hesin ymiskleiki í orðalag á? Hevur hann við ávís bygdarmál at gera? Ella skal orsøkin finnast í muni millum ættarlið? Tað kundi hugsast, at tilkomin og gomul høvdu lyndi at halda seg til tað eldra orðalagið, meðan hitt vinnur frama millum yngra fólkið. Onkur hevur hildið, at eldra orðalagið »at tey eru ikki« ikki longur er virkin partur av mállæruni hjá ungum fólki og at tey ikki natúrliga seta setningar saman á slíkan hátt.
Hvat halda og siga børnini?
Nýggjar kanningar vísa, at millum børn undir skúlaaldur er gamla orðaraðið næstan líka vanligt sum tað nýggja, men samstundis vísir tað seg, at tað hvørvur, tá ið tey eru farin í skúla. Børnini í kanningini vóru í aldrinum 5-10 ár. Kanningin fevndi bæði um: 1) setningar, sum børnini sjálv skuldu meta um rættleikan í, t.e. at tey skuldu siga, um setningarnir eftir teirra tykki vóru rættir ella skeivir, og 2) um setningar, sum børnini sjálv søgdu.
Tað vísti seg mótsett øllum tí, sum væntað var, at meira var at finna av hesum gamla orðaraðnum hjá børnum undir skúlaaldur enn annars hevur verið staðfest millum vaksin. Tað kom óvart á. Og tað reisti spurningin: hvussu kann nakað, sum hevur verið vanligt, men tykist vera á veg út úr málinum hjá teimum tilkomnu, vera so vanligt í málinum hjá børnum undir skúlaaldur?
Ávirkan frá teimum vaksnu?
Til tess at eftirkanna, um tað serliga orðalag, sum var so eyðkent hjá teimum smæstu, kundi stava frá máli, sum tey vaksnu brúktu í sínum samskifti við børnini, vórðu gjørdar nakrar videoupptøkur frá samskifti millum børn og foreldur. Hóast nøgdin var avmarkað, vísti tað tó, at tað ikki hevði nevniverda ávirkan.
Í leitanini eftir keldum til øvuta orðaraðið hjá børnum varð m.a. mett um, hvørjum børnini eru fyri ávirkan frá. Ein hugsandi kelda til variatión hjá børnum er gamalt orðarað í ævintýrum. Vit vita jú, at ævintýr eru vælumtókt at lesa fyri børnum. Summir granskarar ivast tó, um børn veruliga eru ávirkað av slíkum innpoti í síni mentalu mállæru, men tað er møguligt, at børn eru ávirkiligari fyri markaðum, avløgdum bygnaðum og ikki útiloka teir í sambandi við variatión, sum er í gongd og ávegis.
Hugsandi er eisini, at á hesum aldursstigi eru børnini ikki farin at gera mun á orðarað í høvuðs- og eykasetningum, og ein sannroynd er tað eisini, at eykasetningar eru als ikki serliga vanligir í práti hjá børnum, og tí er sjálvsagt hugsandi, at tey smæstu bara endurtaka tað eina og sama orðaraðið, sama um tað snýr seg um høvuðs- ella eykasetning.
Ein kanning
Til at útvega upplýsingar um brúkið av noktan í eykasetningum í føroyskum, varð tilfar savnað frá til samans 38 børnum í trimum aldursbólkum. Kanningin var tvíbýtt. Í fyrsta lagi skuldu børnini meta um setningar, sum tey hoyrdu. Tað vóru setningar av ymsum slag, soleiðis at tey ikki fingu varhuga av, hvat ið ætlanin var at kanna. Tey fingu bara at vita, at okkurt av tí møguliga ikki var heilt rætt, men tað skuldu tey sjálv meta um. Í øðrum lagi skuldu tey orða nakrar spurningar um eina søgu, ið tey júst høvdu hoyrt. Lagt varð soleiðis til rættis, at tey í summum førum natúrliga brúktu noktanina »ikki« í sínum spurningum, men eingi orð vórðu løgd teimum í munnin.
Úrslitini frá kanningini vístu, at báðir yngru bólkarnir gjørdu eykasetningar við orðaraðnum sagnorð + noktan um leið aðruhvørja ferð. Tey elstu børnini hinvegin gjørdu als ikki setningar við hesum orðarað, men bara við noktan + sagnorð. Í tí partinum av kanningini, har ið børnini skuldu døma um setningar, vísti tað seg, at í øllum trimum bólkunum góðtóku børnini mest setningar við noktan + sagnorð, og tey elstu børnini hildu næstan øll, at teir vóru rættir og natúrligir. Og sama mynstur sæst eisini aftur í tí, at tey elstu børnini góðtaka minst tað øvuta orðaraðið. Tað fellur frá 63% hjá teimum yngstu til 26% í tí elsta bólkinum. Sostatt er eitt sjónligt negativt samsvar ímillum aldur og um setningar við sagnorði-noktan verða góðtiknir. Haraftrat er týðiligt samsvar millum aldur og munin í lutfalli millum sagnorð-noktan og noktan-sagnorð. Og tað staðfestir, at styrkin í tí, sum børn velja framum, økist við aldrinum.
- - -
Nøkur dømi um setningar frá einum barni í tí yngsta bólkinum:
1 Minnist tú, hví Pippi ikki dugdi at skriva?
2 Minnist tú, hví Pippi liggur ikki í seingini sum onnur børn?
3 Minnist tú, hví tey kunnu ikki traðka á gólvið?
Og um setningar frá børnum í ávikavist miðbólkinum og elsta bólkinum:
4 Minnist tú, hví Pippi ikki tímdi at vaska gólv sum hini?
5 Minnist tú, hví mamman ikki kláraði at vaska hárið á Henry?
- - -
Samanumtikið vístu kanningarnar, at bæði í sínum metingum av setningum og í tí, sum tey sjálv søgdu, var nógv størri variatión í teimum báðu yngru bólkunum. Har góðtaka og brúka børnini bæði orðarað so at siga hvørt um annað. Børnini í tí elsta bólkinum vóru nógv samdari í sínum málsliga atburði.
Mótsett øllum tí, sum væntað var – at børn undir skúlaaldur fóru at vísa færri dømi um sagnorð + noktan – vísa úrslitini í roynd og veru, at børn undir skúlaaldur bæði góðtaka og gera munandi fleiri setningar við hesum orðarað enn 9–10 ára gomul skúlabørn. Hetta bendir á, at hetta mynstrið varir við hjá føroyskum børnum í minsta lagi upp til 7 ára aldur, sum er eldri enn sagt hevur verið frá bæði úr svenskum og norskum kanningum.
Hetta orðarað er nú annars rættiliga sjáldsamt í málinum hjá teimum vaksnu. Tað er hugsandi, at tað at smá børn av og á brúka orðaraðið sagnorð-noktan fer óansað aftur við borðinum hjá foreldrunum og tí ikki verður rættað, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Hinvegin er tað møguligt, at foreldur av sínum eintingum eisini brúka slíkt orðarað av og á, og sostatt geva tey børnunum óbeinleiðis positiv dømi um, at til ber at orða seg á slíkan hátt. Hvørgan av hesum møguleikum ber til beinleiðis at eftirkanna við teimum háttaløgum, sum eru brúkt í umrøddu kanningum, men framtíðarkanningar kunnu fara at varpa ljós á hetta.
FAKTA:
Dømi eru um, at smá børn, ið tala skandinavisk mál, har ið møguleikin fyri sagnorði undan noktan er horvin, kortini gera slíkar setningar, eisini har ið tað er púrasta útilokað hjá vaksnum.
Í svenskum vísa kanningar, at setningar við orðaraðnum sagnorð-noktan eru horvnir, tá ið børnini eru fýra ára gomul. Ein norsk kanning úr Tromsø vísir, at har kunnu børn heilt um í seks ára aldur brúka orðaraðið sagnorð-noktan, men so skiftir tað brádliga til tað mynstrið, sum er vanligt hjá teimum vaksnu.