Eru komin til eina niðurstøðu

Nú gerst skjótt greitt um leikbann spyrjast burturúr rokinum í finaluni um Løgmanssteypið.

Tað var ófriðarligt, tá ið B36 og HB hittust í finaluni um Løgmanssteypið leygarkvøldið. B36 vann ótrúligan comeback-sigur í brotssparkskapping, men tað var ikki uttan rok. B36 fekk eitt nú tvey reyð kort við á vegnum.


Í klandurstøðunum vóru venjarar, liðleiðarar og útskiftarar í einum roki á vøllinum, og prátið hevur gingið, um hetta ikki skuldi fáa avleiðingar. Kappingarnevndin í FSF hevur tikið málið upp, og skjótt verður nýtt at frætta.


- Vit eru komin til eina niðurstøðu, men feløgini mugu fáa hana fyrst. Tey fáa hana í kvøld ella í morgin, sigur formaðurin í kappingarnevndini, Róin Schrøter.


Róin Schrøter leggur afturat, at hendingarnar í steypafinaluni eru tiknar upp sambært dómarafrágreiðingini, og at hetta er púra vanlig mannagongd.