Maerks Line hevur uppafturtikið sítt virksemi í Iran. Tað skrivar Antares á heimasíðu sínari.
Maersk Line gavst við sínum virksemi í Iran fyri fimm árum síðani, eftir at altjóða handilstiltøk mótvegis m.a. oljuídnaðinum í landinum vórðu sett í verk.
Fyrr í ár linkaðu tiltøkini móti Iran afturfyri at landið minkaði um sína kjarnorku framleiðsu og í ávísum førum steðgaði heilt við framleiðsluni.
Nú hevur Iran aftur møguleika at handla olju og í tí sambandi er danska felagið aftur farið undir virksemi har.
Tað er ymiskt hvussu lond hava tikið ímóti linkaðu handilsátøkunum mótvegis Iran. Summi meta enn Iran av verða ein yvirgangsstat og skal viðfarast hareftir. Hinvegin eru tað fleiri, sum vísa á, at við at gera tað møguligt hjá Iran og fólki tess at handla frítt aftur, eru betri møguleikar fyri, at landið gerst meir opið.