Eru nú klár at koppseta smábørn fyri influensu   

Tað verður beinanvegin, at farið verður ígongd

Nú er klárt at koppseta smábørn ímillum 2 og 6 ár fyri influensu. Tað er ongantíð gjørt fyrr, men tað verður hildið at vera ein stórur fyrimunur, nú korona eisini gongur.

 

Børnini verða ikki sproyta, men tey verða koppsett við nasasprey og nú kunngerðin er lýst í dag, verður farið undir tað mánadagin.

 

Influensa gongur og tí stúra læknar fyri gongdini. Landslæknin hevur sagt, at fáa fólk bæði koronu og influensu ísennn,  verða tey ikki tvær ferðir so sjúk, men fýra ferðir so sjúk.

 

Samstundis er tað ein sannroynd, at børnini eru ein tann størsti smittuspjaðarin, og landslæknin hevur eisini sagt, at verða børnini koppsett, minkar tað smittuspjaðingina 50 prosent.