Skal Suðuroyggin hava eitt felags sløkkilið fyri alla oynna?
Tað er ein spurningur, sum hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum á stóreldinum fríggjadagin, tá ið eldur var í Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Tað eru tvey sløkkilið í Suðuroy, eitt í Vági og eitt á Tvøroyri, men tað var sjónskt fyri øllum, at tey formáddu sær lítið ímóti eldinum á uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri.
Eitt skifti máttu tey geva skarvin yvir, og tað var ikki fyrrenn Brimil var komin suður at hjálpa til, at arbeiðið at sløkkja eldin, fór at muna av álvara. Og tá ið Trotin, Tjaldrið og Samson, umframt brandbilar norðanfjørðs, eisini komu at hjálpa til, fekst tamarhald á eldinum
– Eg vildi ynskt, at Suðuroyggin var betri útgjørd til at basa einum stórum eldi, sum hesum, segði Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum, tá ið tamarhald varð aftur á støðuni.
– Tað vísti seg, at tað var ikki fyrrenn Brimil var komin suður at hjálpa til, at arbeiðið at sløkkja eldin, fór at muna av álvara, leggur hann afturat.
Men hann skoytir upp í, at í eini støðu sum hesari, er tað leingi at bíða eftir Brimli og brandbilum aðrastaðni frá.
Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri á Tvøroyri, og ráðgevari í tilbúgvingarmálum, er samdur.
– Vit eru ov illa útgjørd til støður sum hesar, og tað er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp, sigur hann.
Og tað sama heldur Alvi Mortensen, formaður í Teknisku Nevnd og formaður í Havnanevndini í Tvøroyrar Býráð.
– Eg dugi at síggja, at vit eru ikki væl útgjørd til at basa einum stórum eldi sum hesum, sigur hann.
Hann heldur, at hetta er ein spurningur, sum má takast upp, tí vit hava nógvar, stórar bygningar í Suðuroy.
– Eldurin á Varðanum Pelagic er prógv fyri, at vit eftirbátar á hesum øki, og tí eiga vit at taka málið upp.
–Útgerðin vit hava, klárar ikki eina støðu, sum hesa. Tvørtur ímóti vísti hetta dømið, at tað skal nakað heilt annað til fyri at basa einum stórum eldi, sum hesum, sigur Alvi Mortensen.
Hann heldur, at ein spurningur, sum eigur at viðgerast í hesum sambandi, er um vit ikki skulu hava at eitt felags sløkkilið fyri alla Suðuroy, sum er væl útgjørd
– Høvdu vit havt eitt felags sløkkilið, sum var mitt í oynni, og sum allar kommunurnar vóru felags um, høvdu vit havt heilt aðrar møguleikar at havt eitt væl útgjørt sløkkilið, sum eisini hevði roynst í eini ringari støðu, sum hesari, heldur Alvi Mortensen
Eisini Henrik Weihe Joensen heldur, at tað kundi avgjørt verið eitt hugskot at havt eitt felags sløkkilið, sum var onkustaðni mitt í oynni
– So høvdu vit havt betri grundarlag fyri at havt eitt væl útgjørt sløkkilið. Tíbetur er tað sjáldan at vit koma í eina so ringa støðu, sum hesa, men vit eiga at vera fyrireika til tað, sigur hann.