Ásmundur Guðjónsson
Tórshavn 31.januar 2001
Røddir hava verið frammi í bløðunum um at avtalan landsstýrið hevur gjørt við ES minkar um ella undirgrevur ta matvørutrygd matvørulógin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava staðið sum garantar fyri. Hesir pástandir eru langt av leið og skal tað í hesi grein verða greitt frá, hvussu matvørutrygdin hevur verið tryggjað og hvussu hon framhaldandi verður tað.
Matvørutrygd í dag
Endamálið við matvørulógini er millum annað at tryggja at maturin, íð verður seldur í handlunum ikki er skaðiligur fyri lív og heilsu og er tað til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at tryggja við sínum eftirlitið, at so er.
Hetta verður gjørt uppá tríggjar mátar:
Tann fyrsti er at seta krøv til tey virkir og handlar, sum framleiða og selja mat. Krøvini, sett verða hesum skulu tryggja at framleiðslan fer fram undir heilsufrøðiliga forsvarligum umstøðum og á tann hátt at minka um sannlíkindini fyri at matvøran verður skeift viðgjørt ella dálkað og harvið møguliga heilsuskaðilig. Hetta er eitt tað størsta virksemi eftirlitið hjá Starvsstovuni fæst við.
Matvørulógin ásetur, at tað er forboðið er at selja mat, sum er heilsuskaðiligur ella er undir illgruna fyri at verða tað. Hetta gevur Starvsstovuni møguleika at grípa inn í søluna ella framleiðsluna og steðga øllum til orsøkin er funnin og loyst. Málið verður, um tað verður mett álvarsligt, sent fútanum, sum tekur støðu til um ákæra skal reisast móti viðkomandi fyri brot á matvørulógina. Tað hendir meria enn so fyri, at Starvsstovan kemur fram á ótolandi viðurskifti ella fær fráboðan um hetta.
Triði møguleikin er at landsstýrinum er heimilað at gera reglur (kunngerðir) fyri innflutningi av vørum til Føroya. Bert tvær reisur hevur landsstýrið brúkt hesa heimild. Fyrru ferð var miðskeiðis í áttati árunum, tá krøv vórðu sett til innfluttar kjøtvørur og egg at tey ikki skuldu innihalda salmonella. Senni vórðu bert flogfenaður fevnur av hesi kunngerð. Seinnu ferð var tá neytaøðin var í hæddini Bretlandi, tá var setta bann fyri innflutningi aav kjøti úr Bretlandi
Bert innflutningseftirlitið verður broytt
Matvørulógin hevur eftirhondini 16 ár á baki og bert tvær reisur hevur innflutningseftirlit verið brúkt sum amboð í matvørutrygdini, sum greitt er frá omanfyri. Annars hevur verið frítt at flyta mat til Føroya óansæð um maturin hevur dýrauppruna, plantuuppruna ella annan uppruna og tað hevur eisini verið líkamikið hvaðani í heiminum maturin hevur stavað.
Tað er reglan um at innføra innflutningsbann mótvegis ES-vørum, sum nú verður tikin av. Í ES avtaluni hava vit bundið okkum til at hava tað tey kallað eitt ?ikki-diskriminernadi? eftirlit við matvørum. Hetta merkir, at um tú setir krøv til eina matvøru, skal sama krav verða galdandi fyri framleiðsluna av matvøruna her á landi, sum fyri matvøruna vit flyta inn úr ES.
Starvsstovan kann ikki kanna vøruna, tá hon kemur á land og halda henni aftur til kanningar vísa at hon er í lagi. Hinvegin kann Starvsstovan kanna vøruna hjá føroyska móttakaranum.
Sum dømi kann nevnast at um landsstýrið setur krav um at dunnur, sum hava salmonella kunnu ikki seljast í Føroym, so er hetta krav galdandi bæði fyri føroyskar dunnur og ES-dunnur. Tær føroysku verða kannaðar í dunnugarðinum ella har tær verða virkaðar, meðan ES-dunnurnar verða kannaðar hjá heilsølunum ella í handlunum. Um Starvsstovan finnur eitt partí av dunnum við salmonella, verða boð givin um at beina tær burtur.
Henda broyting í innflutningseftirlitinum, sum er ein avleiðing av ES avtaluni, hevur ongan avgerandi týdning, tá talan er um matvørutrygd, heldur er broytingin av meira tekniskum slagi, tí eftirlitið verður í prinsippinum flutt frá bryggjukantinum til heilsølurnar/innflytaran.
Skipanin vit taka yvir frá ES leggur upp til at vit innføra eina skipan við løggildaðum innflytarum, sum skulu ábyrgdast yvir fyri matvørulógini á sama hátt, sum ein framleiðari ger tað. Hetta er fyri so vítt eisini rætt og rímiligt.
Aðrar matvørutrygdarskipanir í ES
Teir nationalu matvørumyndugleikarnir í ES (og Føroyum) arbeiða saman um okkurt skuldi verið áfatt og sum krevur samskipaðar atgerðir til tess at verja brúkararn móti heilsuvanda. Skipanin, sum kallast ?Rapid Alert? er ein teldupostskipan, har ein myndugleiki, sum verður kunnaður um ein heilsuvanda í eini matvøru boðar frá til hinar myndugleikarnar, sum so kunnu gera nakað við trupulleikan í teirra egna landi, um so er at matvøran er seld higar. Starvsstovan er longu nú í einari líknandi skipan, sum fevnir um Norðurlond. Sum er koma nógvar fráboðanir á Starvsstovuna, men bert fáar eru viðkomandi fyri okkum. Sum dømi kann nevnast at Starvsstovan fekk einaferð fráboðan um, at salmonella varð funnin í franskari sjokulátu sum eisini var seld í Føroyum.
Ein onnur skipan kallast ?Animo?. Henda skipan eigur at tryggja, at allar marknaðeftirlitsstøðir í ES (yvir 300 í tali, har av fyribils ein í Føroyum) fáa fráboðanir um vørupartíir, sum eru avvíst við markið. Hetta ger tað sera trupult at fáa sama partí inn gjørnum eina aðra eftirlitsstøð, tá ein er kunnaður um hetta.
Samanumtikið haldi eg at skribentarnir í bløðunum hava tikið í so dýran til, tá orð sum katastrofa og tílíkt verður brúkt um avtaluna. Matvørutrygdin fer ongan veg nú ES avtalan verður sett í gildi og harafturat eri eg av tí áskoðan, at ES-avtalan gevur føroyska samfelagnum eitt høvi til kanska at endurskoða okkara vanahugsan um at isolatiónin er eina gongda leiðin í hesum sambandi. Framleiðsla av mati og handilin við matvørum er rættiliga globaliseraður og harvið eisini innviklaður í dag. Tekur tú eina pizza til dømis, so kunnu teir einstøku ingrediensirnir í henni stava frá øllum pørtum av heiminum uttan at tú og Starvsstovan vita av tí, ella hava rætt til at vita tað sambært altjóða reglum. Hetta sjálvt um tað stendur at pizzain er framleidd í Danmark. Í einum slíkum føri er eitt innflutningsbann meiningsleyst, tá vit ikki vita hvat fyri land vit skulu seta bannið í móti.
At seta krøv til innfluttu vøruna, soleiðis at hon lýkur ásett heilsufrøðilig krøv, er nakað matørulógin fult og heilt framhaldandi kann tryggja.