ES ella loysing

Sambært formanni Tjóðveldisfloksins er sannleikans tími komin fyri føroysku tjóðina, nú nýggja ES grundlógin flytir málsøki, danir umsita vegna føroyingar, til ES háborgina í Bruxelles. ? Uttan fullveldi og nakran sjálvsavgerarrætt verður føroysku tjóðin drigin inn í ES, og tað sindri av fólkaræði, vit enn hava, hevur ongantíð verið í størri vanda, sigur Høgni Hoydal

Formaður Tjóðveldisfloksins rópar av álvara varskó, nú nýggj ES grundlóg er á veg, sum danir eftir øllum at døma vera partur av. Ikki orsakað av grundlógini, men orsakað av teimum avleiðingum, hetta fær fyri Føroyar. Fleiri og fleiri donsk felagsmál verða væntandi flutt til ES at umsita, og av tí at danir enn umsita fleiri málsøki vegna okkum føroyingar, verður føroyska tjóðin ? uttan at verða spurd ? automatiskt umsitin úr ES háborgini í Bruxelles.
Uttanríkismál, rættarmál, gjaldoyramál og verjumál eru í løtuni málsøki, danir umsita vegna føroyingar, og um t.d. hesi mál verða útdelegera til ES, er stóri spurningurin fyri Høgni Hoydal, hvørjar avleiðingar hetta fær fyri Føroyar.

Tvinnir eru kostirnir
- Vit eru fyrst og fremst alt ov seinir á sjóvarfallinum at viðgera henda spurning, tí hetta er í veruleikanum størsti fólkaræðisligi spurningurin og trupulleikin fyri føroysku tjóðina í nýggjari tíð, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at tvinnir eru kostirnir.
- Uttan ræði á egnum landi fylgja vit við dønum inn í ES samstarvið og gerast ein dupultur útjaðari bæði í ríkisfelagsskapinum og í Europasamveldinum, ella mugu vit loysa og harvið fáa møguleikan sjálvi at velja, í hvønn mun vit vilja luttaka, sigur Høgni Hoydal.
Formaður Tjóðveldisfloksins vísir á absurda og mótstríðandi trupulleikan, t.d. Sambandsflokkurin hevur í sínum grundgevingum fyri ES.
- Skulu vit vera partur av europeisku integratiónsprosessini, er tað fyrst og fremst ein fortreyt, at vit hava ognað okkum tjóðarfrælsi, tí uttan fullveldi gerast vit bert partur av ES gjøgnum Danmark, og tá er fólkaræði av álvara í vanda, vísir Høgni Hoydal á. Á henda hátt mangla vit sambært honum at taka grundleggjandi stigið, sum yvirhøvur ger okkum før fyri at avgera, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til ES.
Høgni Hoydal heldur, at kjakið um ES higartil hevur verið merkt av naiviteti, tí uttan sjálvsavgerarrættin kunnu føroyingar á ongan hátt gerast ES limir, og tískil verður tað bert ígjøgnum danir og sum útjaðari í danska ríkinum, vit gerast partur av ES samstarvinum.
- Talan er í veruleikanum um eina absurda støðu. Hvussu skulu danir lata ES umsita t.d. gjaldoyramál og uttanríkismál, samstundis sum teir skulu umsita somu mál vegna okkum, spyr Høgni Hoydal. Hann vísir við spurninginum á, at antin kemur ES at umsita mál vegna okkum, ella yvirtaka vit sjálvi málsøkini.

Drukna í altjóðagering
Høgni Hoydal ber ótta fyri, at føroysku sambandsflokkarnir ikki fara at taka henda trupulleika í nóg stórum álvara.
- Um vit vegnu donsku ES luttøkuna verða drigin við inn í eitt ES samstarv, er tað seinasta sindri, vit hava av fólkaræði, av álvara í vanda, heldur Høgni Hoydal. Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at okkara leiklutur verður á sama støði sum ein dansku landslutur, og sostatt koma vit ikki til orðanna og drukna í globaliseringini millum stórveldini í ES.
- Uttan sjálvsavgerarrættin hava vit ikki hægri status enn hetta, og so kunnu vit enda sum fleiri bretsk kreppurakt oyggjasamfeløg við sera høgum arbeiðsloysi, slær Høgni Hoydal fast.
Hann vísir á Hetland, Orknoyggjarnar og fleiri skotskar fiskivinnubýir á meginlandinum, sum hava verið raktir av júst hesum, og sum í dag einki ræði og ongan rætt hava í Europasamveldinum.
- Tí mugu vit tryggja okkum tjóðarfrælsi, um vit ikki skulu enda sum ein gloymdur útjaðari í Europasamveldinum, slær Høgni Hoydal fast.

Føroyar uttanfyri EBS
Uttan stórvegis úrslit arbeiddi undanfarna samgonga fyri betri føroyskari atgongd í innara marknaðinum í ES, men sambært Høgna Hoydal var sjón fyri søgn, at okkara rættindi sum partur av Danmark er avmarkaður. EBS avtalan (europeiska búskaparliga samstarvið) krevur nevniliga, at luttakandi londini hava tjóðarfrælsi.
- Bæði Noreg og Ísland eru partur av innara marknaðinum uttan at vera ES limir, men Føroyar lúkaðu ikki treytirnar at luttaka í EBS avtaluni, vísir Høgni Hoydal á. Skulu vit tí luttaka í einum alt meiri globaliseraðum og tætt samanknýttum Europa, har nationalstaturin fánar í kjalarvørrinum av einum europeiskum samveldi við einari felags stjórn, mugu vit sambært Høgna Hoydal fyrst yvirtaka tey málsøki, sum enn eru felagsmál.

Krevja fólkaatkvøðu
Tjóðveldisflokkurin krevur tí eina fólkaatkvøðu, so staðfestast kann, hvat fólkið vil viðvíkjandi ES spurninginum. Um einki verður gjørt, er vandi sambært Høgna Hoydal fyri, at vit enda í einum samstarvi, vit als ikki hava valt at luttaka í, har Føroyar ? so hvørt sum danir lata lata frá sær sín suverenitet til ES ? uttan ávirkan verða stýrdar úr Bruxelles.
- Hetta er tí størsti føroyski fólkaræðisligi spurningurin í nýggjari tíð, slær andstøðuleiðarin Høgni Hoydal fast.

Mynd:
- Um vit vegnu donsku ES luttøkuna verða drigin við inn í eitt ES samstarv, er tað seinasta sindri, vit hava av fólkaræði, av álvara í vanda, heldur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksin