Næsta hósdag verður eykatoppfundur í ES, tí tá skulu leiðararnir tilnevna tann fyrsta forsetan og tann fyrsta uttanríkisráðharran í samveldinum. Í einari kunngerð úr Bruxelles verður sagt, at ríkis- og stjórnarleiðararnir hava fingið fundarboð frá svenska forsætisráðharranum, Fredrik Reinfeldt, sum er formaður í ES hetta hálvárið.
Dúgliga verður gitt, hvør fær tey bæði týdningarmiklu embætini, of fleiri nøvn hava verið nevnd.
Sambært fjølmiðlunum hevur belgiski forsætisráðharrin, Herman Van Rompuy, góðar møguleikar at fáa forsetastarvið, og til starvið sum ES-uttanríkisráðharri tykist bretski uttanríkisráðharrin, David Miliband, vera besta boðið í løtuni.