Felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES er í høvuðsheitum miseydnaður, sigur fiskivinnukommiserurin Joe Borg Joe Borg vísir millum annað á, at 88 prosent av fiskastovnunum í Evropa eru ovurfiskaðir, og at tað er munandi meiri enn aðrastaðni í heiminum.
-Hóast fleiri tiltøk er støðan hjá stovnunum ikki batnað síðani 2003, sigur Joe Borg og vísir á, at svik og gáloysni gera, at fiskifrøðingarnir hava ov lítlan kunnleika til fiskastovnarnar.
-Støðan hjá teimum evropeisku fiskatsovnunum er álvarssom, sigur fiskivinnukommiserurin.