ES gjørt fíggjarlóg fyri 2012

Tey 27 ES-londini og Evropatingið samdust í morgun um fíggjarlógina hjá samveldinum fyri 2012. Hon javnvigar við 960 milliardum krónum, ið er tvey prosent meiri enn í ár.

Eygleiðarar siga, at semjan í morgun er ein dyggur smeitur fyri Evropatingið, sum fyri einum mánað síðani samtykti, at fíggjarlógin skuldi hækka 5,2 prosent og javnviga við 991 milliardum krónum.

Stjórnirnar í teimum 27 limalondunum kravdu hinvegin, at vøksturin skuldi tálmast, tí fleiri av londunum hava verið noydd at fremja umfatandi sparingar á síni egnu fíggjarlóg. Tær fingu sín vilja í morgun, skrivar DR.