Grundlógin er ikki tann einasti trupulleikin, sum leiðararnir í ES-londunum hava at stríðast við í hesum døgum. ES-nevndin skal hava nýggjan formann eftir italiumannin Romano Prodi, og enn er eingin semja um eftirmannin.
Ta seinastu tíðina hava fleiri nøvn verið havd á lofti í Bruxelles. Eitt skifti tóktist belgiski forsætisráðharrin, Guy Verhofstadt, at hava teir bestu møguleikarnar, men seinni gjørdist greitt, at meiriluti er ikki fyri honum. Ein annar, sum er nevndur, er eysturríkski kanslarin, Wolfgang Schússel, men heldur ikki hann tykist vera líka nógv avhildin allastaðni. Tað sama tykist vera galdandi fyri fyrrverandi finska forsætisráðharran Paavo Lipponen og kommiserarnar Gunter Verheugen og Antonio Vitorino.
Juncker ella Fogh
Eitt evni, sum helst hevði kunnað fingið meiriluta ímillum tey 25 limalondini, er forsætisráðharrin í Luksenburg, Jean-Claude Juncker. Hann hevur drúgvar royndir í ES-arbeiði, men hann hevur ein trupulleika, sum hann sjálvur hevur fingið sær. Undir valstríðnum herfyri lovaði hann sínum veljarum, at hann fer ikki av landinum at arbeiða. Ella sagt við øðrum orðum: Hann verður ikki formaður í ES-nevndini.
Men hvat við danska forsætisráðharranum, Anders Fogh Rasmussen? Sambært donskum eygleiðarum hevði hann havt ein møguleika, men hinvegin ivast teir í, at hann fer at siga fortsætisráðharrasessin frá sær. Summir eyg-leiðarar í Keypmannahavn vænta, at tað hevði beint fyri stjórnini og hennara møguleikum at vinna næsta val. Sjálvur sigur forsætisráðharrin stutt, at hann er ikki ímillum valevnini. Spurningurin er bara, hvussu tað svarið skal skiljast, skrivaði Jyllandsposturin í gjár.