ES krav til fiskimenn

ES lóggávutingið roynir enn einaferð at fáa samtykt eina mest loyvda arbeiðstíð uppá 48 tímar um vikuna, og hetta kemur eisini at raka fiskimenn, skrivar norska blaðið Fiskaren

Verður uppskotið samtykt, fer tað at hava stórar negativar avleiðingar fyri lønsemi og tilgond av nýggjum fólki í hesi vinnu. Um fiskimaðurin verður noyddur at arbeiða minni enn vant, mugu fleiri fólk til fyri at gera sama arbeiðið. Ein avleiðing av hesum verður minni inntøka til fiskimannin og ein tørvur fyri at umbyggja fiskiskipini.

Ein annar trupulleiki við uppskotinum er, at tað ikki bert fer at fevna um fiskimannin, men eitt nú eisini yngri læknar sum eru í eini turnusskipan. Uppskotið er ætlað soleiðis at hesir bólkarnir koma inn undir eina fyriskipan frá 1993 sum fevnir um flest allar arbeiðstakarar. Tí kunnu fiskimenn væntað at verða koyrdir í sama bólk sum onnur í sambandi við eina politiska pakkaloysn.

Í ES er støðan positiv til uppskotið. Um fiskiflotin verður álagdur eina arbeiðsviku uppá 48 tímar, kunnu fiskimenn ikki arbeiða meiri enn 48 tímar um vikuna í einum árið. Draga vit eina frítíð uppá 4 vikur hevur hettar við sær, at ein fiskimaður í mesta lagi kann arbeiða 48 tímar í 48 vikur, ella 2.304 tímar í einum árið.

(Kelda: Vinnuhúsið)