ES-krøv hótta neyðhjálpina hjá Absalon

Ein nýggj lóg í EU ger tað nú neyðugt, at lastbilar og bussar skulu brúka kort í sambandi við kilometurvísaran. Hetta kortið vísir ferð á akfarinum, nær tað stendur stilt og nær tað koyrir.

Ein nýggj lóg í EU ger tað nú neyðugt, at lastbilar og bussar skulu brúka kort í sambandi við kilometurvísaran. Hetta kortið vísir ferð á akfarinum, nær tað stendur stilt og nær tað koyrir.

 

Hetta er eitt krav, ið verður sett fyri at sleppa at koyra í EU, og hevur tú ikki neyðugu pappírini, fær tú eina rimmarbót.

 

Absalon Matras, sum í út við 30 ár hevur koyrt við bussi við neyðhjálparútgerð til Rumenia, er í døpurhuga, tí hann er fangaður í skrivstovuveldinum, og fær skjótt ikki koyrt meira, tí hann ikki lýkur krøvini.

 

– Eg fái hvørk samband við Akstovuna ella Vinnumálaráðið fyri at fáa tey at greiða trupulleikan, sigur Absalon Matras, sum í meira enn eitt ár hevur stríðst við málið.

 

Hann hevur roynt at fingið at vita, hvussu føroyingar stilla seg til hesar nýggju reglur í ES,            men tað er sum at sláa í eina dýnu.

 

– Eg havi tosað við Akstovuna, men hon vísir mær bara til Innlendismálaráðið. Og har hevur ein kvinna arbeitt við málinum, men nú er so ein maður settur á sakina. Tað kenst sum vilja føroyingar ikki vakna, segði Absalon Matras við Sosialin fyri einum ári síðani, men hann er ikki komin longur enn.

 

– Eg fái ikki samband við tey. Røttu persónarnir eru ikki at hitta, tá eg ringi, so eg fái einki gjørt, sigur Absalon Matras eitt ár eftir, at hann seinast var frammi við sama máli í Sosialinum.

 

Absalon Matras sigur, at fleiri føroyingar hava verið niðri í Danmark og tikið hetta skeiðið, men tað vísir seg, at teir kortini ikki duga at nýta kortið, tá til stykkis kemur.

 

– Tað vísir seg, at teir als ikki vita, hvussu teir skulu brúka hetta kortið. Tað má jú stillast rætt, og verða rætta dato, men tað vita teir als ikki, sigur Absalon Matras.

 

Hann heldur, at føroyingar vilja einki gera við hetta málið, og hann hevur upplivað, at teir hava smekkað hornið á, meðan hann hevur tosað við teir á Akstovuni.

 

Absalon Matras sigur, at hann hevur roynt alt tað, hann kann, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás.

 

Hann sigur, at verður hann steðgaður og kravdur eftir hesari skivuni, sum hann ikki hevur, kann hann fáa eina risastóra bót.

 

– Og tað eru ikki smápengar, tað snýr seg um. 42.000 krónur kostar tað, ikki at hava slíka skivu ella kort í kilometurteljaranum, sigur Absalon Matras.

 

Tað skal eisini standa í koyrikortinum, at hann hevur tikið neyðuga skeiðið.

 

– Og hetta skal til umframt flutningsloyvi. Tað er tí ófatiligt, at føroyskir myndugleikar ikki vilja vakna tá vit vita, at tað eru 27 lond í EU, sum hava samtykt hetta. Og vit vita eisini, at Ísland eisini hevur tikið við hesum, sigur Absalon Matras.

 

Hetta er ikki nakað spildurnýtt, sum er komið í gildi.

 

– Hetta hevur verið galdandi í fleiri ár, og kortini vilja føroyingar ikki kennast við hetta, sigur Absalon Matras.