ES-leiðarar fara at umrøða Ukraina

- Leiðararnir, sum ikki eru til steðar í Luanda, verða við á netinum

ES-forsetin, Antonio Costa

Tíðindastovan NTB veit í morgun at siga, at ES-leiðarar í dag fara at hava ein fund um Ukraina.

 

Á skránni verður friðarætlanin fyri krígsherjaða landið.

 

Hetta hendir, samstundis sum fundur er millum ES og Afrikansku Uniónina (AU) í Luanda í Angola fyrrapartin í dag.

 

Tað er skrivstovan hjá ES-forsetanum, Antonio Costa, sum kemur við hesum upplýsingum í morgun.

 

Fundurin millum ES-leiðararnar er óformellur, sum tað verður sagt.

 

- Leiðararnir, sum ikki eru til steðar í Luanda í morgun, verða við á netinum, verður lagt aftrat.

 

 

 

ES-forsetin, Antonio Costa