Nú er greitt, at tað verður eingin atkvøðugreiðsla í Løgtiginum um fosturtøkulógina, fyrr enn broytingin er gjørd í landsstýrinum 1. desember. Tann broytingin hevur við sær, at Djóni Nolsøe Joensen og Bjarni Kárason Petersen taka sæti á tingi eftir at teir sama dag fara úr landsstýrinum.
Næsti løgtingsfundur er fríggjadagin, og tá er bara framløga á skránni. Tá kann álitið um fosturtøku frá Rættarnevndini hjá Løgtinginum leggjast fram, um nevndarlimirnir í Rættarnevndini, sum eru ímóti uppskotinum, hava skrivað undir. Tað hevur eydnast teimum at súlta málið so mikið, at tað ikki kann avgreiðast fyrr enn eftir 1. desember.
Greitt er, at Bjarni Kárason Petersen tekur undur við málinum. Hann legði tað sum landsstýrismaður sjálvur fyri tinið í 2023, tá tað fall við avkvøðunum 15 fyri og 15 ímóti. Meirilutin í tingmanningini hjá Framsókn atkvøddi tá ímóti uppskotinum, eins og Jóhannes Joensen og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum.
Nú hava so fýra tingfólk, Ingilín Didriksen Strøm, Hervør Pálsdóttir, Eyðdis Hartmann Niclasen og Karlot Hergeirsson lagt málið fyri tingið aftur. Tað var gjørt, eftir at Árni M. Dam tók sæti á tingi fyri Sólvit Nolsø. Tann broytingin flutti eina nei-atkvøðu til eina ja-atkvøðu.
Tá Sosialinurin í 2022 spurdi tingfólk um sína støðu til júst hetta málið, svaraði Djóni Nolsøe Joensen, at hann var ímóti. Nú verður hann so við til atkvøðugreiðsluna um hetta málið. Vit hava spurt hann, um hann hevur somu støðu. Men hann vildi ikki gera viðmerkingar til málið enn, segði hann. Hann vildi heldur ikki siga, at hann stóð fast við ta støðuna, hann hevði, tá Sosialurin spurdi hann um málið í 2022. Men stóð við tað, sum hann tá hevði sagt.
Um alt annað er líka í hesum máli, so liggur lagnan hjá fosturtøkulógini á herðunum hjá Djóna Nolsøe Joensen.
Sum fleiri siga, so er hetta seinasti møguleiki at fáa fría fosturtøku í Føroyum. Eftir næsta val verður eftir øllum veljarakanningum at døma borgarligur meiriluti á tingi, og millum tey borgarligu, sum nú sita á tingi, eru bara tvær atkøvður fyri fríari fosturtøku.












