Ukrainskir myndugleikar siga, at russiski herurin hevur framt álop á sivilfólk, sum royna at koma sær burturúr vatnflóðini í miðbýnum í Kherson í dag.
Sagt verður, at eitt fólk hevur latið lív í atgerðunum.
Uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, finst harðliga at hesum tíðindum.
- Vit heita á Russland um at steðga slíkum álopum í stundini. Hetta kann føra til enn eitt mál móti russum um krígsbrotsverk.
Josep Borrell segði, at øll, sum standa aftanfyri slíkar atgerðir, verða drigin til svars, skrivar norska Dagbladet í kvøld.
##med2##