ES lond eru samd um at keypa gass í felag

ES skal keypa gass í felag. Og meira ferð skal setast á útbyggingina av grønari orku.

 

Tað eru orkumálaráðharrarnir í ES londunum í prinsippinum vorðnir samdir um á einum eyka fundi í Brússel í gjár.

Talan er tó bara um eina politiska prinsippsemju. Tað vil siga, at londini eru samd um ein avtalutekst, til tiltølini vera ikki sett í verk nú.

Tað verður ikki fyrr enn semja er um eina avtalu um marknaðarmekanismuna hjá ES nevndini. Tað hevur ført til stóra ósemju millum ES londini.

Nøkur ES lond sum Týskland, Hollan og Danmark í ivasom um slíka uppílegging í marknaðin. Onnur ES lond sum Grikkaland og Malta vilja tó fara nógv longur, enn ES nevndin hevur lagt upp til.

/ritzau/