DPA veit í dag at siga, at tey 27 limalondini í ES eru samd um at senda herdeildir til Reyða Havið fyri at verja skipaferðsluna um hesar leiðir.
Hetta vátta ES-diplomatar yvirfyri tíðindastovuni.
Átakið, sum ES-lond fara at standa aftanfyri, hevur fingið heitið Aspides og fer at hava høvuðsstøð í grikska býnum, Larissa.
Sagt verður, at við í deildunum verða bæði evropeisk herskip og loftbornar ávaringarskipanir, sum skjótt kunnu ávara skip í Reyða Havinum, Adenvíkini og havøkinum á leiðini annars.
Hernaðarligi uppreistrarbólkurin í Jemen - houthiararnir - hava nevniliga ávarað um, at teir fara at herða álopini á skipaferðsluna í Reyða Havinum, um Ísrael ikki steðgar sínum álopum í Gazageiranum.
Sambært DPA-tíðindastovuni fara uttanríkisráðharrarnir í ES formelt at staðfesta avtaluna, tá teir hittast á fundi hin 19. februar.
Lagt verður aftrat, at Svøríki í dag hevur boðað frá, at landið vil luttaka í tveimum átøkum í Reyða Havinum - einum átaki, sum USA stendur á odda fyri og sum longu er virkið og so átakinum, sum ES-lond nú fara at taka stig til.