Tað boðar ES-verjumálaráðharrin, Andrius Kubilius, frá.
Fráboðanin kemur eftir at tey 19 ES-londini, sum luttaka í skipanini, hava lagt fram sínar íløguætlanir til verjuna.
- 15 limalond hava tikið stuðul til Ukraina við. Meira enn væntað!
- Og vit tosa um milliardir, ikki milliónir, skrivar Andrius Kubilius á sosiala miðlinum X.
Safe er ein lánsskipan til ES-lond, sum mangla pening at rinda fyri tær stóru vápnadubbingarnar, sum eru settar í verk í Evropa.
Peningurin fer til stórkeyp av til dømis rakettum, artilleri og loftverjuskipanum.
/Ritzau/











