Fyrrverandi Mowi-stjóri er deyður

- Tað er við stórari sorg, at vit hava fingið boðini. Við Alf-Helge Aarskog hava vit mist ein góðan fyrrverandi leiðara, starvsfelaga - og ikki minst ein góðan vin

Mynd: Lise Åserud/NTB

- Eftir stutta sjúkralegu er fyrrverandi Mowi-stjórin, Alf-Helge Aarskog, er deyður, 58 ára gamal.

 

Tað skrivar Intrafish. 

 

Lagt verður aftrat, at Alf-Helge var samtaksstjóri í felagnum í fleiri ár, nevniliga árini 2010 til 2019.

 

- Tað er við stórari sorg, at vit hava fingið boðini, tí við Alf-Helge Aarskog hava vit mist ein góðan fyrrverandi leiðara, starvsfelaga - og ikki minst ein góðan vin.

 

Soleiðis sigur Mowi-stjórin, Ivan Vindheim, við Intrafish.

 

- Hetta er trist og bara alt ov tíðliga. Vit lýsa frið yvir minnið hansara, sigur Ivan Vindheim við ávísina.

 

Áðrenn hann gjørdist stjóri í Mowi, var Alf-Helge Aarskog samtaksstjóri í Lerøy Seafood.

 

 

 

Mynd: Lise Åserud/NTB