ES-tilgongd kann byrja í morgin

Vitjanin í morgin hjá Per Stig Møller, uttanríkisráðharra, er eitt gylt høvi hjá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum at byrja tilgongdina, har Føroyar og Danmark í felag finna eina smidliga loysn á føroyska ES-spurninginum, heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður

Í morgin er ein lagalig løta hjá landsstýrinum at byrja tilgongdina at vinna Føroyum eitt pláss í Europasamveldinum. Upplagda høvið at fáa ES-spurningin veruliga á dagsskrá er vitjanin hjá danska uttanríkisráðharranum, Per Stig Møller. Tað heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

- Føroyar hava brúk fyri at gerast partur av ES. Tað vil stimbra samstarvið suðureftir, og handilin við fyritøkur og kundar á europeiska marknaðinum økist. Harvið kunnu vit økja inntøkurnar til Føroya, sigur Edmund Joensen.

Hann mælir til, at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum longu í morgin fer í samrøður við uttanríkisráðharran um leistin fyri, hvussu Føroyar og Danmark í felag kunnu finna eina góða og smidliga loysn á føroyska ES-spurninginum.

- Nógv virda ES-landið Danmark hevur góðar lyklar til ES-dyrnar, og gjøgnum Ríkisfelagsskapin kunnu vit saman lata dyrnar upp. Júst hetta eigur at vera fokus hjá landsstýrismanninum í morgin, sigur Edmund Joensen.

- Seinastu fimm mánaðirnar hevur landsstýrismaðurin brúkt stóra orku upp á at skunda sær spakuliga. Samstundis er Ísland á veg inn í ES. Vit mugu tí sanna, at Landsstýrið hevur ligið besta sjóvarfallið av sær. Nú má handling til frá føroyskari síðu, og í morgin er møguleiki at koma á rætta sporið, sigur Edmund Joensen.