ES vil hava TikTok at broyta snið

TikTok skal broyta sítt »snið sum skapar bundinskap«, um fyritøkan handan sosiala pallin vil sleppa undan stórum bótum frá ES, boðaði ES-nevndin frá í dag.

ES leggur dent á kinesiska TikTok og »snið sum skapar bundinskap«, hjá appini. (Savnsmynd). - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Nevndin heldur, at TikTok er í stríð við reglugerðina hjá ES um talgildar tænastur.

Ein fyribils kanning vísir, at "TikTok ikki hevur mett nóg væl um, hvussu funktiónir á appini kunnu stuðla undir bundinskap og skaða likamligu og sálarligu heilsuna hjá brúkarum, serliga børnum og viðbreknum vaksnum."

Nevndin heldur, at TikTok hevur tørv á at broyta grundleggjandi sniðið.

Tað, sum nevndin kallar effektivar "skermpausur", skal eisini innførast.

 

Ritzau/AFP

 

ES leggur dent á kinesiska TikTok og »snið sum skapar bundinskap«, hjá appini. (Savnsmynd). - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix