Eitt uppslag við einum videobroti, sum avmyndar Obama-hjúnini sum apur, er strikað av sosiala miðlinum hjá Donald Trump, forseta, Truth Social.
Tað sigur ein embætismaður í Hvítu Húsunum sambært Reuters.
Viðkomandi greiðir frá, at uppslagið varð gjørt av misgáum av einum starvsfólki hjá Trump.
Í videobrotinum síggjast andlitini á Obama-hjúnunum á dansandi apukroppum í einum frumskógi.
Brotið elvdi til harðar atfinningar frá fleiri politikarum, sum søgdu videobrotið vera rasistiskt.
Í einum uppslagi á X skrivar Gavin Newsom, guvernørur í Kalifornia, sum er demokratur:
– Andstyggiligur framferðarháttur hjá forsetanum. Hetta eiga allir republikanarar at fordøma. Nú.
Nakrir republikanarar funnust eisini at videobrotinum, sum snýr seg um áskoðanir um valsvik á amerikanska forsetavalinum í 2020.
Tim Scott, sum er einasti svarti senatorurin í Republikanska flokkinum, kallaði videolagið “tað mest rasistiska, eg havi sæð koma úr Hvítu Húsunum”, sambært AFP í dag.
Hvítu Húsini vístu í fyrsta umfari atfinningunum av videobrotinum frá sær.
Tíðindaskrivarin Karoline Leavitt sendi eina fráboðan til tíðindastovuna AFP um videobrotið, har hon greiddi frá apu-brotinum við at siga, at talan var um eina tilvísing til eitt meme.
– Tað er frá einum meme-video á netinum, sum vísir Trump forseta sum frumskógarkongin og demokratar sum persónar í The Lion King, sigur Leavitt í fráboðanini.
– Vinarliga steðgið følsku rópinum og greiði frá onkrum í dag, sum í roynd og veru hevur týdning fyri amerikanska almenningin, legði tíðindaskrivarin afturat.
Trump hevur havt eitt ilt eyga á Obama gjøgnum árini.
Í fjør deildi Donald Trump eitt AI-genererað video av Obama, sum vísti fyrrverandi forsetan handtiknan í ovalu skrivstovuni og seinni í fongsulskliva í appelsinlittari fongsulsdrakt.
Barack Obama er einasti svarti forsetin í amerikanskari søgu og sat í embætinum frá 2009 til 2017.
Trump hevur fleiri ferðir sett spurnartekin við, um Obama er føddur í USA, eisini eftir at fyrrverandi amerikanski forsetin legði fram føðingarváttan sína í 2011.
Eisini í desember varð Trump ákærdur fyri rasismu, tá hann nevndi somaliar sum "rusk", sum ikki skuldu vera í USA.
/Ritzau/











