ES vil revsa tey sum hava ábyrgd av Carlsberg-ognartøku

ES vil við lógaruppskoti seta tiltøk í verk ímóti teimum, sum hava verið uppí, tá hald varð lagt evropisk virki í Russlandi

 

Tiltøk verða sett í verk ímóti teimum russum, sum hava verið uppií, tá hald varð lagt á evropisk virki í Russlandi.

Tað sigur ES nevndin, sum hevur sett fram uppskot, sum skal revsa tey, sum hava verið uppi í hesum virksemi.

Tað skrivar miðilin Politico, sum hevur fingið innlit í lógaruppskotið.

Russiski staturin hevur síðani innrásina í Ukraina í februar í fjør tikið valdið á fleiri virkjum, sum hava verið virkin í landinum.

Tað snýr seg millum annað um danska Carlsberg og týska Adidas.

ES kann ikki innifrysta ella leggja hald á aktiv í Russlandi, tá hesi tiltøk onga ávirkan hava uttan fyri Evropa, skrivar Politico.

Tað ber heldur ikki til at tvinga nýggjar eigarar til at lata aftur tað, sum hald er lagt á, verður sagt.

Hugsanin er í staðin, at vandin fyri tiltøkum skal verða við til at at fáa tey til ikki at góðtaka loyvi hjá Russlandi at taka yvir virksemi hjá virkjunum í landinum.

/ritzau/