Esbjerg var tað rætta valið

At tað var rætt av Smyril Line at lata Norrønu sigla upp á Esbjerg uttan fyri summarsiglingina sæst á bæði ferðafólkatalinum og farmanøgdini, og vánirnar eru góðar

Ferðasamband ?Árni Joensen ?arni@sosialurin.fo

Smyril Line og Norrøna hava notið gott av, at Esbjerg er nærri evropeiska meginlandinum enn Hanstholm, og Peter Holm, stjóri, er heldur ikki í iva um, at leiðslan tók ta røttiu avgerðina, tá hon valdi at lata skipið sigla upp á Esbjerg heldur enn Hanstholm uttan fyri sjálva summarsiglingina.

-Esbjerg er við til at leingja ferðamannatíðina, og vit hava havt rættiliga fitt av ferðafólki hesa tíðina, sigur Peter Holm við Sosialin. Hann sigur, at serliga nógvir týskarar hava siglt við Norrønu hesar mánaðirnar, og er tað ivaleyst ein avleiðing av, at Esbjerg er bara ein tíma frá týska markinum. Ein onnur broyting hevur verioð, at felagið hevur selt væl fleiri av teimum dýraru ferðaseðlunum í vár enn undanfarin ár.

Enn er ov tíðliga at siga, hvussu broytingin frá Esbjerg til Hanstholm ávirkar siglingina upp á Ísland, men Peter Holm vísir á, at í síðstu viku vóru 450 ferðafólk við Norrønu úr Íslandi, og tað er gott hesa tíðina á árinum. Tað sama er at siga um túrin av Havnini til Esbjerg í síðstu viku, tí tá vóru næstan 900 ferðafólk við, og tað er eisini nógv um hálvan mai.

 

Gera terminal

Tað er einki at taka seg aftur í, at sum samferðsluhavn er havnin í Esbjerg munandi betur egnað enn havnin í Hanstholm. Tey, sum hava roynt báðar, vita, at eitt nú er munur á innsiglingini, og tað hevur eisini verið viðvirkandi til, at Norrøna hevur ikki havt eina einastu avlýsing á rutuni til Esbjerg orsakað av veðri.

Men alt er ikki líka jaligt. Í Esbjerg er eingin terminalur sum í Hanstholm, og tað er serliga óheppið fyri tey ferðafólkini, sum ikki hava bil. Tað veit leiðslan eisini:

-Vit skilja fullvæl tey, sum eru misnøgd við hesar umstøðurnar, og vit hava eisini roynt at bøta um støðuna við at lata bussar flyta fólk til og frá skipinum. Men hetta er ikki nóg gott, og tí arbeiða vit saman við havnini um at loysa trupuleikan, sigur Peter Holm.

Sambært stjóranum verður arbeitt við at gera ein terminal, og gongst sum ætlað verður hann helst klárur at taka í nýtslu í heyst.

 

Nógvur farmur

Fyri fýra árum síðani stovnaðu Smyril Line og danska flutningsfyritøkan Blue Water dótturfelagið Smyril Blue Water, sum hevur farmaflutningin hjá reiðarínum um hendi. Hetta er gjørt á tann hátt, at eftir avtalu við reiðaríið leigar flutningsfelagið alt tað tøka farmadeksplássið umborð á Norrønu á rutunum millum Danmark, Føroyar og Ísland. Tað merkir við øðrum orðum, at Smyril Line tekur sær av ferðafólkinum, meðan Smyril Blue Water tekur sær av farminum, og tað er ein skipan, sum hevur riggað væl, sigur stjórin í Smyril Blue Water, Bent Rasmussen.

-Hetta er ein avtala, sum hevur gagnað báðum pørtum, og sum hevur riggað væl, sigur hann við Sosialin.

Umleið 80 prosent av farminum, sum fer við Norrønu, verður fluttur millum Danmark og Føroyar. Tey seinastu 20 prosentini eru á rutuni til Íslands, men Bent Rasmussen væntar, at Norrøna fer at fáa ein størri part av flutninginum til og úr Íslandi, tá tey búskaparligu viðurskiftini har eru komin í eina tryggari legu.

Hvat farmi viðvíkur, er tað avgjørt ein fyrimunur at sigla upp á Esbjerg heldur enn Hanstholm. Stjórin á Smyril Blue Water sigur, at ein rættiliga fittur partur av farminum fer suðureftir niður á meginlandið til eitt nú Týsklands, Niðurlond og Italia, og tá er Esbjerg ein høgligari havn enn Hanstholm. Harumframt hevur Esbjerg bæði motorveg og jarnbreyt.

 

Betri rakstur

Tey seinastu árini hevur Smyril Blue Water verið noytt at leiga eitt farmaskip at sigla við farmi um summarið, tí tað hevur ikki verið pláss fyri øllum farminum umborð á Norrønu í summarsiglingini. Í ár slepst undan at leiga skip, tí nú fer Norrøna at sigla tvær ferðir um vikuna millum Danmark, Føroyar og Ísland, og tá kann skipið flyta farmin eisini, sigur Bent Rasmussen og leggur afturat, at hetta hevur sjálvandi positivan týdning fyri raksturin.

Tað hava onnur stig hjá Smyril Line eisini, og tað fer at síggjast aftur í roknskapinum fyri árið, sigur Peter Holm. Hann vísir á, at fíggjarliga var tað rætt at gevast við siglingini upp á Lerwick og Bergen, tí tað bar seg ikki.

-Eg skiljui sera væl tey, sum eru von at ferðast við Norrønu til og úr Bergen, men sum mistu tann møguleikann, men vit mugu síggja í eyguni, at tann siglingin bar seg ikki, og so høvdu vit einki val, sigur Peter Holm.

-Hetta og aðrar sparingar fara at síggjast aftur á úrslitinum í ár, sigur stjórin, sum tó ikki vil siga, um avlopið verður størri enn tær 13 milliónir krónurnar, sum felagið væntaði á aðalfundinum.