Eskil Pedersen aftur vrakaður

Formaðurin í ungmannafelagnum hjá norska Arbeiðaraflokkinum, Eskil Pedersen, sum gjørdist víða kendur í sambandi við hópdrápið á Utøya, hevur ilt við at fáa fótin fyri seg í flokkinum. Hann hevur verið upp á tal sum valevni hjá Arbeiðaraflokkinum til næsta stórtingsval, men higartil er hann ikki sloppin upp á nakran lista.

Fyrst var ætlanin, at hann skuldi stilla upp í Øvre Telemark, men fyri nøkrum vikum síðani vrakaðu valfeløgini har hann. Í gjár varð so roynt at útvega honum pláss á listanum í Telemark, og hóast meirilutin í nevndini tók undir við honum sum valevni, fekk hann ikki nóg nógvar atkvøður á uppstillingarfundinum.

Tey, sum styðja Eskil Pedersen, vísa á, at allir norðmenn kenna hann, og sambært norska kringvarpinum er hann ein av teimum fáu politikarunum, sum norðmenn nevna við fornavni.

-Tað eru bara Jens (Stoltenberg), Jonas (Gahr-Støre), Erna (Solberg), Siv (Jensen) og Eskil, sigur ein tíðindamaður hjá NRK.