Estetisk steypakapping

Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í Runavík um vikuskiftið, tá feløg frá bæði Støkk, Flogi, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag fara at kappast í fleiri deildum

Á hvørjum ári eru tvær steypa­kappinginar í estetiskum fimleiki, og í morgin og sunnudagin verður tann seinna av teimum. Hesa ferð verður kappast í ítróttarhøllini í Runavík.
Í morgin klokkan 14 verður farið í gongd, og fyrra dagin eru tað gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, ið standa fyri tørni, og sunnu­dagin sleppa so pinkur og smá­gentur framat.
Hesar steypakappingarnar eru skipaðar soleiðis, at trý tey fremstu liðini í hvørjari deild fáa heiðurs­merki, og besta liðið í báðum steypa­kappingunum í hvørjari deild fær steyp til ognar. Tá kappingarnar hesa ferð eru av, verður talt saman og á tann hátt verður funnið fram til samlaðu vinnararnar.
Feløgini, sum eru við í kappingini í Runavík um vikuskiftið, eru Støkk, Flog, Ljósið og Havnar Fim­leika­felag, og væntast kunnu fleiri sera spennandi kappingar, tí nógv av liðunum eru sera jøvn, so einki kann sigast at vera avgjørt framman­undan.
Fyrra steypakappingin var á Kambsdali vikuskiftið 15. og 16. januar, og tá vann Havnar Fim­leika­felag hjá kvinnum, kvinnu­ung­lingum, gentum og smágentum, með­an Støkk vann hjá pinkum.