Esther kom at sita nokk so sentralt í føroyska samfelagnum í mong ár. Hon var jú gift við Johan Djurhuus, sum var sonur Christian Djurhuus.Christian hevði ein stóran leiklut í føroysum politikki fram til fyrst í 70-unum. Hann var tingmaður í ártíggir, eins og hann var løgmaður og eisini landssýrismaður í tilsamans 18 ár, meðan Johan var skrivstovustjóri í Landsstýrinum tey fyrsti úti við 40 árini.
Mamma Esther var Meta, hon var kend sum tannteknari. Hon var donsk. Pápin var Knút Lützen, sum var sjómaður í mong ár. Hann var abbasonur tann fyrsta Lützen í Føroyum, Andreas Christian. Bæði hann sjálvur og hansara ætt hava havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann var eins av teimum sum stríddust móti amtmanninum Dahlerup, og hann endaði sínar dagar sum býráðsformaður í Havn.
Tey vóru tilsamans 8 systkin tey búðu á Landavegnum, har Meta hevði klinikk. Nú eru bert tvær systrar eftir, tær búgva niðri.
Esther fór 16 ára gomul niður á studentaskúla í Viborg. Eftir lokið studentsprógv fer hon í 1939 at lesa til tannlækna. Hon er liðug longu í 1943, bert 22 ára gomul. Í Danmark hevði hon hitt Johan, sum las løgfrøði, og tey giftust. Men heim aftur sluppu tey ikki, so leingi nakað kríggj var. Esther fór tí at arbeiða sum tannlækni í Danmark.
Tá kríggið vara liðugt skundaði Esther sær heim aftur við Fagranes, sum var eitt tað fyrsta sambandið heim eftir kríggið, so hon kundi greiða familjuni frá, at nú var hon bæði gift og átti børn. Undir krígnum frættist heldur einki millum londini.
Tey flyta heim aftur, og Johan fær arbeiðið at byggja upp eina nýggja fyrisiting, eftir at vit fingu heimastýrislógina í 1948. Hetta dugdi hann væl. Meðan løgfrøði í dag mest valdast hvør ið sigur hvat, so var Johan sjálvur absolutta løgfrøðin í almennu umsitingini. Tað var eingin, sum setti spurnaðartekin við tað, sum Johan kom við.
Tannlækni í Tinganesi
Esther fór at arbeiða sum tannlækni, og saman við Miu Trond Jensen keypti hon tannlæknastovuna hja Kaaber, sum var í Tinganesi, á leið har løgmaður í dag heldur til. Tey fluttu haðani og í mong ár var tannlæknastovan heima hjá Miu við Hoydalsvegin.
Tá vóru ikki so nógvir tannæknar, og tað eru ótaldar tenn, sum Esther hevur viðgjørt.
Esther setti eisini við. Tá ið eldri sonurin Kristian gjørdist tannlækni, fóru tey bæði at arbeiða saman.
Men Esther hevði nógv onnur áhugamál, sum hon fekk meira tíð at røkja, tá ið hon legði frá sær sum tannlækni. Henni dámdi væl tónleik, og hon gekk nógv til konsertir saman við vinkonum.
Hon var ein sokallað morgunfrúa, sum svam um morgnarnar í svimjihøllini.
Hon hevði eisini ein sera stóran áhuga fyri ætt, og eisini síni egnu. Hennara føroyska Lützenætt er eisini stór og sera spennandi. Vit hava altíð kenst nakað, men tað var hetta, sum kom at menna okkara kennskap. Esther hevði nógv søguligt tilfar liggjandi. Einaferð fekk eg frá henni eina maskinskrivaða frásøgn, sum abbasuystir hennara Anna Evensen hevði latið úr hondum í 1927 um hennara lív. Tað vísti seg, at hetta var ikki fullfíggjað, og tað eydnaðist at fáa til vega originalmanuskriptið av einum ovastalofti í Danmark.
Hetta førdi til, at henda hugtakandi frásøgnin varð prentað í FF-blaðnum í 2003 í sjey pørtum. Her var eisini greitt frá søguni um A. C. Lützen, sum kom til Føroyar av eini tilvild, og sum gjørdist ein rættur føroyingur. Seinni gjørdist hon presta- og próstakona á Viðareiði, Hvalba og Nesi. At henda frásøgnin kom fram var serliga Esther fyri at takka. Seinni var hon eisini hent at heita á, tá talan var um ættarsøgu. Nú hevur sonurin Høgni tikið við á hesum økinum.
Esther hevði eisini nógv samband við sína ætt, sum eisini er sera stór uttanlands. Her var nógv samskifti og nógv ferðing.
Hon hevði eisini onnur sambond. Í nógv ár hevur Ása Ringberg, dóttir gamla amtmannin Hjalmar Ringberg, sum var í Føroyum undan krígnum, ferðast í Føroyum saman við dóttir síni Litten. Tær vildu ikki fara avstað aftur, uttan tær høvdu vitjað Esther, og tað gjørdu tær eisini.
Tað var í vár, at vit hittust seinastu ferð, tá hon kom til týsmorgundrekka hjá svigarinnuni Ingibjørg, kend frá Hjalmar Jacobsen. Her var hon eisini trúføst til tað síðsta.
Johan og Esther búsettust yvuri við Strond. Johan fekk eitt strik, stutt eftir at hann hevði lagt frá sær, og nøkur ár seinni doyði hann. Hetta var ein stórur smeitur, serliga hjá Esther.
Tey fingu børnini Helle, Christian, Høgna og Elin. Helle býr í Danmark, meðan hini børnini búgva í Havn. Tey hava eisini verið um mammuna. Ommubørnini eru níggju í tali.
Tað verður ein saknur ikki at hitta Esther meira í býnum. Hon var altíð hugnalig og fitt.
ó.