Nevndin í Etiska ráðnum hevur sett Barbaru á Tjaldrafløtti sum fakligan skrivara. Tað boðar ráðið frá tíðindaskrivi í dag.
Barbara er 57 ára gomul, útbúgving sum cand.scient.adm. ella fyrisitingarfrøðingur frá Roskilde Universitetscenter og hevur eina masterútbúgving í Etik og Virðum í organisatiónum frá Aarhus Universitet.
Barbara hevur millum annað starvast sum deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, sum blaðstjóri á Kvinnu og sum nevndarskrivari, leiðsluráðgevi og marknaðarleiðari hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri Pensjón. Harumframt hevur hon verið forkvinna í Ráðnum fyri brekað í 10 ár.
Barbara á Tjaldrafløtti byrjar í starvinum tann 1. mai 2018.