Roberto Morisho er sanniliga ein vøddateyggja av teimum heilt stóru. Óivað ein tann størsta, ella vakrasta, tí hann vann í 1995 heitið, sum vakrasti kropsbyggjari í alheiminum, Mr. Universe. Hetta er tað hægsta, ið ein kann náa innan áhugakropsbygging.
Hyggur ein at honum, so er kroppur hansara ikki ein sjón, ið føroyingar vanliga síggja ein sólskinsdag á Leynasandi ella í Sandagerði.
Ikki er hann høgur á vøkstri, 166 cm, men kroppur hansara er hinvegin eitt savn av sera stórum og vælbygdum vøddum. Í løtuni vigar vøddamikli úrmælingurin 101 kg. Men hann er ikki í venjing. Vekt hansara sigst annars uttanfyri kappingar at liggja um 98 kg og undir kappingum um 90 kg.
Roberto byrjaði at venja í 1987. Hann fann skjótt útav, at hann hevði tað, ið skuldi til. Kropsliga gekk væl, men eisini hevði hann rætta hugburðin, ið er umráðandi. Skal ein gera seg galdandi, so er hørð venjing gerandiskostur.
Morgunfimleikur
Vit hittu Roberto í venjingarhølunum í HB-húsinum í Gundadali. Vit høvdu avtalu um eitt prát týsmorgunin, men tá vit trinu innar, tónaði techno-tónleikur, meðan Roberto, og føroyski vinmaðurin Jákup Jacobsen, vandu við stóru vektunum. Orsakað av, at Roberto ikki er í góðari venjing, settu teir tó ikki meira enn 130 kg á vektstongina.
Vorðið sum morgunfimleikur.
Hittust í Belgia
Roberto fór úr heimlandinum Kongo (Zaire), sum 13 ára gamal og hevur síðani búð í Belgia og Hollandi. Sjálvsagt hevur hann ferðast kring allan knøttin til framsýningar og kappingar.
Jákup Jacobsen hitti Roberto í Belgia, har Jákup var á ferð.
- Eg kendi einki til Føroyar, áðrenn eg hitti Jákup, sigur Roberto.
- Jákup vísti mær Føroyar í Atlasi, og greiddi frá um viðurskiftini við Danmark o.s.fr. So komu vit til Føroya í november í fjør, tí okkurt tiltak var í SMS, og eg skuldi vísa meg á pallinum. Eg sá landið og fólkið, ið mær dámdi sera væl, greiðir Roberto frá.
- Eg fór síðani aftur til Belgia, men eg saknaði venjingarfelaga mín Jákup. Venjingarmiðstøð mín og onnur viðurskifti gingu ikki eftir ætlan, og eg var sera harmur eina tíð, men Jákup fekk meg hendavegin. Eg kom til Føroya og fór avstað aftur at taka mær av ymsum, men nú havi eg verið her í 2 vikur. Vit fáa at síggja, hvat síðani hendir, sigur Roberto.
Vøddamikil sjúkrasystir
Roberto er útbúgvin sjúkrasystir. Hann umhugsar at royna seg sum sjúkrasystir í Føroym. Hann hevur eisini umhugsað, at kanska er gjørligt at lata upp venjingarmiðstøð í Føroyum. Men hinvegin heldur hann, at hann má taka støðu til, hvat hann skal. Skal hann venja sum yrkisíðkari, so ber ikki til at hava annað starv samtstundis.
Nú er rætta løtan
- Nú má eg velja. Eg kann ikki venja sum yrkisíðkari og arbeiða eisini. Lívsstílurin er venjing. Eg má vera í venjingarhølinum 2 ferðir dagliga. Eg má eisini eta 6 ferðir dagliga.
- Hetta hevur eisini kostað mær pening. Eg havi nú vant í 12 ár, so nú hevði verið býtt at kastað frá sær, sigur Roberto, ið vónar at finna fíggjarligan stuðul í Føroyum.
- Eg havi minst 5 ár afturat í fremstu røð og arbeiðið, ið eg havi lagt í at venja kroppin, kann eg ikki lata fara nú. Rætta løtan er nú, sigur Roberto, ið annars hevur lagt til merkis, at føroyingar alt ov ofta siga ?bíða?.
Etur føroyskan mat - serliga seyðarhøvd
- Eg var bangin um matin, tá eg kom til Føroya. Eg visti ikki, um eg kundi yvirliva, tí alt her var fiskur.
- Men fyri fyrstu ferð í 20 ár fekk eg seyðarhøvd, so tað dámar mær væl, tí tað var eg vanur við í Afrika. Mær dámar stak væl seyðarhøvd, havhest, turran fisk og grind, men ikki spik og skerpikjøt, sigur Roberto, og snerkir eitt sindur, meðan Jákup ger vart við, at Roberto als ikki royndi skerpikjøt.
- Føroyski maturin er góður. Fólk eta nógv breyð, men alt ov nógv smør. Eisini haldi eg, at tað er spell, at føroyingar hava nógva feita sós afturvið góða fiskinum, ið fæst her. Føroyski maturin er góður, men tá ein venur sum eg, skal meira til, so eg má hava kosttilskot afturat, men maturin her er væl samansettur, sigur Roberto.
Trívist í Føroyum.
Tað gongur væl hjá Roberto at læra seg føroyskt. Hann veit hvat ?bíða? merkir og nøkur tøl dugir hann, tí hann hevur fylgt við í gekkaspælinum. Roberto, ið tosar fleiri mál, heldur, at um áhugin er til staðar, so er alt gjørligt.
Gløgt er gestsins eyga
Hetta er gamalt orðatak, og at nakað er í tí, er Roberto prógv um.
- Mær dámar væl her, sigur Roberto. Fólk siga altíð, at ein er vælkomin inn á gólvið, tí hurðin er opin. Og tað er hon sanniliga eisini, sigur Roberto, ið ikki er vanur við slíkt aðrastaðni.
- Somuleiðis lata fólk bilarnar standa ólæstar, undrast Roberto.
Men okkurt er tó, ið hann kundi hugsað sær øðrvísi.
- Tá eg kom, hevði eg eitt paradís, sum Bahamas í huganum. Í Føroyum er kalt, men annars í lagið. Her er vakurt, men tó er alt sera lítið.
Tað ringasta er tó, at eingi skelti eru, ið boða frá, hvar alt er.
- Øll vita hvar alt er, so ikki er neyðugt við skeltum, ið siga frá, hvar t.d. flogvøllurin er, sigur Roberto.
Ætlan hansara er nú at venja til tað heilt stóra brakið, væl stuðlaður av føroysku vinfólkum sínum og mergjaðum, føroyskum mati.
Navn:
Amisi Magne Morisho
Vanliga nevndur:
Roberto Morisho
Føddur:
22. juli 1964 í Kasongo, Zaire
Tjóðskapur:
Hálendskur
Bústaður:
Tórshavn
Vekt:
(Uttanfyri kapping)100 kg.
(í kapping)90 kg.
Hædd:
166 cm.
Úbúgving:
Sálar- og námsfrøði á College St. Henry 1984, sjúkrasystur á Rotterdam Regional College 1992
Tosar hesi mál:
Franskt, hálendskt, swahili, lingala og enskt.
Meistaraheiti og kappingar:
1988: Mr. Rotterdam
1989: Mr. Hercules
1991: Mr. Háland
1992: Mr. Háland
1992: Vinnari av ?The European Invitational? í Belgia
1993: Mr. Háland
1993: Vinnari (einstaklinga og samanlagt) av ?World Amateur Grand Prix? í Russlandi
1993: Fjórða pláss í ?World Games in The Hauge? í World Championship? (Mr. Universe) í Suðurkorea
1994: Triðja pláss í ?World Championship? (Mr. Universe) í Kina
1995: Vinnari av ?World Championship? (Mr. Universe) í USA
1998: Nr. 15 í ?Toronto Prof. Invitational (var sjúkur)