Europa Cup: Valur vann eisini seinna dystin á Granitas-Karys

Valur vann í dag greiðan 33-28 sigur á Granitas-Karys, og heldur tí fram í Europa Cup kappingini

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava spælt tveir dystir í Litava í fyrsta umfarinum í Europa Cup kappingini.

 

Valur vann báðar dystirnar á Granitas-Karys.

 

Ígjár vann Valur 27-24 (14-9).

 

Í dag vann Valur sera sannførandi á Granitas-Karys. Talan gjørdist um ein 33-28 sigur til Val, ið tí heldur fram í kappingini. Valur var á odda 29-20, og eftir tað slapp heimaliðið at pynta um úrslitið. 

 

Talan gjørdist sostattum ein samlaðan 60-52 sigur til Val.

 

Allan skoraði tvey mál í dagsins dysti. Ígjár skoraði Allan fýra mál.