Europa League: Víkingur og B36 aftur í pottinum

Víkingur skal langa leið, sum teir vinna í Georgia, meðan B36 kann enda í Noreg – um teir vinna á Besiktas

Lutakast hevur verið til 3. umfar í undankappingini í Europa League. Bæði Víkingur og B36 eru komin úr pottinum og vita nú, hvørjum tey skulu møta, um tey koma víðari.

 

Um Víkingur vinnur samanlagt á Torpedo Kutaisi úr Georgia, so skulu Víkingarnir spæla móti vinnaranum av Kukës úr Albania og Qarabağ úr Aserbadjan. Qarabağ spældi í 2011 móti EB/Streymi í Europa League. Tá endaðu dystirnir 1-1 í Gundadali og 0-0 í Aserbadjan. Síðani er Qarabağ styrkt nógv við góðum fíggjarligum stuðli.

 

Um tað ótrúliga skuldi hent, at B36 vinnur samanlagt á Besiktas, so skal liðið møta vinnaranum av LASK úr Eysturríki, ella Lillestrøm úr Noreg. 

 

Íslandska FH, sum hevur Gunnar Nielsen, Brand H. Olsen og Jákup Thomsen í hópinum, kann møta Atalanta úr Seriu A í Italia. Men tað krevur ein íslendskan sigur á Hapoel Haifa úr Ísrael, meðan Atalanta vinnur á Sarajevo úr Bosnia-Herzogovia.

 

Europa League 3. umfar:

Torpedo Kutaisi (Georgia)/Víkingur - Kukës (Albania)/Qarabağ (Aserbadjan)

B36 Tórshavn/Beşiktaş (Turkaland) - LASK (Eysturríki)/ Lillestrøm (Noreg) 

Hapoel Haifa (Ísrael)/FH Hafnarfjördur (Ísland) v Atalanta (Italia)/Sarajevo (Bosnia-H)

Dystirnir verða spældir 9. og 16. august.