Bólkur D
Tær sekstan ferðirnar dystast hevur verið um HM í fótbólti, er tað enn ikki komið fyri, at vertstjóðin ikki hevur vunnið seg víðari úr innleiðandi umfarinum.
Í Suður Korea ætla tey sær ikki at gerast tey fyrstu at mótprógva hagtølunum, men hóast góða seeding til lutakastið, so bendir nógv á, at tað kann gerast trupult at halda fast við góðu hagtølini.
Við hollendska Guus Hiddink á beinkinum, skuldi hesin parturin av liðnum verið í lagi, men hann sleppur so ikki at spæla sjálvur. Tað skulu leikararnir sjálvir gera, og hóast talan fyri landið er um fimta endaspælið á rað, so hava úrslitini sjáldan verið nakað at reypa av. Og tað verður torført at bøta tey somikið, at talan gerst um víðari luttøku í kappingini.
P&P sýna styrki
Tað eru nevnliga tvey rættiliga sterk europeisk lið, sum eru í bólki saman við øðrum av vertstjóðunum.
Poland hevði í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum eitt av sterkastu fótbóltsliðunum í heiminum. Áleyparar sum Boniek og Lato taldist millum stóru stjørnurnar, og tvey bronsumerki í HM-høpi siga eisini nakað um styrkina, sum liðið hevði tá.
Síðani hevur gingist heldur striltið, men nú tykist aftur at gerast ljósari. Við Emmanuel Olisadabe, sum upprunaliga er úr Nigeria, hevur liðið aftur fingið ein veruligan málslúk, og yvir høvur tykist talan vera um sterkan bul á liðnum.
Portugal var leingi landið, sum fólk bíðaðu eftir fór at fáa sítt veruliga gjøgnumbrot. Eftir Eusebio-tíðina í ?66 og viðfáningin undir EM í ?84 var leingi hampuliga kvirt, tá talan var um fótbólt á altjóða pallinum.
Seinna partin av 80?unum átti landið tó í fleiri ár nøkur av bestu U-landsliðunum í heiminum, og nú tykist leikararnir frá hesum veruliga at vera búnaðir, soleiðis at teir eisini teljast millum teir bestu í vaksnu røðunum. Eisini hóast hetta er fyrsta ferðin, at hesir leikararnir eru partur av HM-endaspælinum.
Luis Figo, Rui Costa, Paolo Sousa og Joao Pinto taldust allir millum leikararnar á ungdómsliðunum, sum vunnu fleiri heiti, og í dag eru hesir berandi kreftir hjá ættarliðnum, sum helst spælir sítt seinasta HM hesaferð.
Ikki minst hjá Figo, sum telist millum heimsins bestu leikarar, man týdningurin av HM tí kennast stórur, og hóast árið í ár ikki hevur verið hansara besta hjá Real Madrid, so er lítið at ivast í, at hann og liðfelagarnir vilja geva nógv, fyri at teir kunnu teljast millum heimsins bestu fótbóltstjóðir.
Lítla stórveldið
Stórveldið, USA, er á fjórða sinni á rað partur av endaspælinum, men hóast nógva marknaðarføring og eitt HM á heimabeiti, so hevur hetta slagið av fótbólti enn ikki fingið fastatøkur í samveldisríkinum.
Umstøðurnar at gera seg galdandi hesa ferð tykjast heldur ikki bjartari enn vanligt. Tó at einstakir spennandi leikarar eru í hópinum, so tykist tað framvegis so, at tá talan er um fótbólt, so er USA einki stórveldi. Heldur tvørtur ímóti.
Dystirnir:
04.06Suður Korea-Póland
05.06USA-Portugal
10.06Suður Korea-USA
10.06Portugal-Póland
14.06Póland-USA
14.06Suður Korea-Portugal