European Cup: Allan og liðfelagarnir skulu til Serbia

Valur møtir Metalopastika í áttandapartsfinalunum í European Cup

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í European Cup.

 

Valur vann seg trygt víðari til 4. umfar í European Cup. Valur vann farna leygarkvøld á heimavølli 33-28 á ukrainska liðnum, Motor Zaporozhye. Í steðginum var Valur á odda 16-12.

 

Valur vann 35-31 á útivølli, og vann sostatt ein samlaðan 68-59 sigur á Motor Zaporozhye.

 

Í áttandapartsfinalunum skal Valur spæla móti serbiska liðnum, Metalopastika. Áttandapartsfinalurnar vera spældar millum 10. og 18. februar. 

 

Banamennirnir hjá VÍF, Brixen úr Italia skal møta Olympiakos úr Grikkalandi í áttandapartsfinalunum.

 

Umframt Valur hevur FH eisini vunnið seg í áttandapartsfinalurnar, so íslendingar hava tvey lið í áttandapartsfinalunum. 

 

Her eru áttandapartsfinalurnar í European Cup:

 

FH – Tatran Presov.

Minaur Baia Mare – Vogosca.

Slobada – Krka.

Steaua Búkarest – Karvina.

Val­ur – Metal­op­astika.

Krems – Bre­genz.

Brix­en – Olymp­iakos.

Besiktas – Green Col­lect.