European Cup: H71 flongdi kýpriotiska Latsia

H71 vann stórsigur við 36 málum

Lítið er at ivast í, at H71-kvinnurnar hava vunnið seg víðari til næsta umfarið í European Cup.

 

Leygarkvøldið vann H71 ein knúsandi 50-14 stórsigur á kýpriotiska liðnum, Latsia.

 

Í steðginum var H71 á odda 24-6.

 

Í kvøld klokkan 19 spæla liðini seinna dystin í høllini á Hálsi.

 

H71-Latsia 50-14 (24-6) - 1. dystur í European Cup

 

H71: Guðrið á Borg 10/12, Karin Egholm 8/8, Inga Maria Joensen 6/7, Christina Arge 5/5, Maria H. Weyhe 4/5, Karin D. Heinesen 3/3, Tóra Róadóttir 3/5, Elida Joensen 3/4, Elsa Egholm 2/4, Anna Elisabeth H. Weyhe 2/3, Sofie Kornelius 2/2, Lukka Arge 1/1, Lea Lava Brockie 1/1.

 

Bjargingar: Maria Beder 11/20, Rúna J. Larsen 6/11.