Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í dag fyrra dystin í triðja umfarinum í European Cup.
Dysturin var leiktur á útivølli móti ukrainska liðnum, Motor Zaporozhye og væl gekk hjá Vali.
Valur vann dystin 35-31. Í steðginum var Motor Zaporozhye á odda 17-16, men Valur var omaná í seinna hálvleiki.
Allan bleiv noteraður fyri eitt mál í dag.
Valur hevur sostatt eitt sera gott útgangsstøðið til seinna dystin á heimavølli. Heimadysturin verður leiktur í Reykjavík, leygarkvøldið 2. desember klokkan 18.
Um Valur vinnur, spælir javnt ella tapir við trimum málum ella færri, so eru Allan og liðfelagarnir millum liðini, ið skulu kappast í fjórða umfarinum í European Cup.