European Open: Taptu fyri Noreg og Kroatia

U16 kvinnurnar hava spælt tveir teir fyrstu dystirnar í European Open í Göteborg

HSF skrivar: - Føroysku U16-kvinnurnar møttu avbjóðandi møtstøðu á fyrsta degnum í European Open. Í morgun møttu okkara Noreg, sum vístu seg at vera sera sterkar og taptu okkara 22-11, eftir 13-5 í hálvleikinum. Í seinna dystinum gekk frægari, men taptu okkara eisini, 23 – 17, fyri Kroatia, eftir 14-7 í hálvleikinum.

 

Okkara byrjaðu annars væl móti Noreg í morgun og fyldust liðini fyrstu løtuna. Tað var tó skjótt greitt, at talan var um eitt sera sterkt norskt mótstøðulið, sum vóru bæði stórar, skotsterkar og dekkaðu væl. Noreg kom skjótt framum og tað gjørdist ein dystur, har tapið skuldi avmarkast. Hjá Føroyum var Amilia Agnarsdóttir Joensen eyðsýnd í álopinumog og gjørdi hon 6 av teimum 11 føroysku málunum.


Málskjúttar hjá Føroyar – Noreg:

Amilia Agnarsdóttir Joensen 6

Halla Haldansen 1

Dinna Lamhauge 1

Lý Magnussen 1

Bjørk Mariusardóttir 1

Sára Thorleifsson 1


Tað gekk heldur betri í seinna dystinum, sum var móti Kroatia. Okkara høvdu tó aftur avbjóðingar við stóru kroatisku kvinnunum, verjuspælið var misjavnt í fyrra hálvleiki og fingu okkara ikki fatur í strikuspælinum. Í álopinum vóru okkara ikki nóg beinleiðis og ágangandi og var spælið alt ov síðulens. Liðini fóru til hálvleiks við 14-7 til Kroatia. Føroyska liðið var tó sum hamskift í seinna hálvleiki. Verjuspælið var meira ágangandi og fingu okkara glið á í álopsspælið, har serliga Amilia Agnarsdóttir, Bára í Innistovu og Bjørk Mariusardóttir vóru eyðsýndar. Dysturin náddi tó ongantíð blíva spenanndi og endaði 23-17 til Kroatia. Okkara kunnu tó taka nógv gott úr seinna hálvleiki við sær til dystirnar móti Litava og Íslandi í morgin. Hesir byrja ávikavist kl. 09.00 og 14.00, føroyska tíð. Dystirnir verða stroymdir á ehftv.com. Skrivar HSF. 


Málskjúttar Kroatia – Føroyar:

Amilia Agnarsdóttir Joensen 8

Bjørk Mariusardóttir 3

Halla Haldansen 2

Bára í Innostovu 2

Anna Katrina Poulsen 1

Lý Magnussen 1