Europeiski Miðbankin heldur fast um rentustigið

Leiðandi rentan hjá Europeiska Miðbankanum heldur fram á sama stigi

(Mynd: Kirill Kudryavtsev/Ritzau Scanpix)

Eftir fund í týska býnum Frankfurt í dag boðaði Europeiski Miðbankin (EBC) frá, at leiðandi rentan framhaldandi fer at vera 3,75 prosent.

 

Búskaparfrøðingar høvdu roknað við, at hetta var mest sannlíka niðurstøðan hjá EBC.

 

Miðbankin miðjar eftir at fáa inflatiónina í evruøkinum niður á 2 prosent, og tí vil EBC ikki lækka rentuna í løtuni. Kjarnuinflatiónin í evruøkinum er í løtuni 2,9 prosent, og tað verður mett at vera ov høgt til at kunna skapa støðugar prísir.

 

– EBC vil hava prógv um, at inflatiónin er undir kontroll, áðrenn rentan verður lækkað meira, sigur Allan Sørensen, búskaparfrøðingur í Dansk Industri, við Ritzau.

 

Hann roknar við, at EBC fer at lækka rentuna eitt vet í september mánaði.

 

Rentan hjá EBC hevur eisini ávirkan á, hvussu rentustigið er í Føroyum.

 

(Mynd: Kirill Kudryavtsev/Ritzau Scanpix)