Evangeliska Røddin fimmti ár

Hátíðarhald í Ebenezer sunnukvøldið 27. nov. kl. 18.

Svenning á Lofti skrivar:

 

Evangeliska Røddin varð stovnað í august 1966. 29. november sama ár sendi henda nýstovnaða kristna útvarpsfyritøkan á fyrsta sinni út á móðurmálinum til føroyingar kring allan heim. Útvarpsssendingin hoyrdist eisini heima í Føroyum.

 

Nú fimmti ár eru liðin síðani hesa søguligu byrjan, er hóskandi at steðga á og lýsa nærri hvussu alt hetta byrjaði. Hetta verður gjørt sunnukvøldið 27. november kl. 18 í Ebenezer.

 

Evangeliska útvarpssstøðin ”Trans World Radio” byrjaði at senda boðskapin um Jesus á ymiskum málum úr Tanger í Marokku í Norðurafrika seinast í 1940-árunum. Menninir aftanfyri hetta tiltak vóru amerikansku feðgarnir Ralph og Paul Freed. Seinni vóru teir noyddir at flyta útvarpsstøðina til Monte Carlo í lítla fúrstadøminum og státinum Monaco, sum ikki er meiri enn 1,5 ferkilometrar til víddar. Sum samanbering skal nevnast, at Føroyar eru umleið 14.000 ferkilometrar.

 

Tá ið vit føroyingar fóru undir samstarv við Trans World Radio, sendu teir boðskapin út á 25 ymiskum málum til Europa, Afrika, Miðeystur og aðrastaðni við. Føroyskt gjørdist sostatt 26. málið, ið varð útvarpað gjøgnum sendaran hjá Trans World Radio

 

Les eina longri frásøgn frá Svenningi her