Tveir dystir hava í kvøld verið í ensku Premier League. Dystirnir vóru millum Bournemouth og Leicester, umframt Everton og Arsenal.
Í báðum førunum var talan um heldur óvæntaði úrslit. Hóast Leicester og Arsenal høvdu útidyst, vóru bæði liðini tó favorittar undan dystunum í kvøld.
Men tað var í báðum førunum heimaliðini sum fóru avstað við sigrinum. Á Vitality Stadium í Bournemouth vann Bournemouth dystin 1-0 móti ensku meistarunum. Einsamalla málið har skeyt Mark Pugh gott og væl tíggju minuttir fyri hálvleik.
Á Goodison Park vann Everton 2-1 móti Arsenal. Tað var tó lítið sum bendi á tað í fyrra hálvleiki, tí aftaná 20 minuttir var tað Arsenal sum legði seg á odda. Málskjútti hjá teimum var chilenski Alexis Sanchez. Men beint áðrenn hálvleik kom Everton inn í dystin aftur. Teir javnaðu tá til 1-1 við máli frá Seamus Coleman.
Leingi varð líkt til at dysturin skuldi enda við 1-1 javnleiki, men stutt fyri leiklok skoraði Everton sigursmálið. Tað skoraði verjuleikarin, Ashley Williams.
Fult umfar er í Premier League hesa vikuna. Tey liðini sum ikki spældu í kvøld, skulu øll í dyst í annaðkvøld.
Úrslitini í kvøld:
Everton – Arsenal 2-1 (1-1)
Bournemouth – Leicester 1-0 (1-0)