Evi í uppskoti til írska virðisløn

Irish Country Sound hevur í ár tilnevnt Evi Tausen sum ein av biðlunum til heitið, International Artist of the Year.

Í grundgevingini sigur írska country-tíðarritið, at Evi hetta seinasta árið hevur ført seg fram við at spæla góðan siðbundnan country-tónleik á altjóða pallinum.

- Evi er bara vorðing betri og betri, síðani hon sendi “Wishing Well” á marknaðin. Og nú síggja vit hana á pallum sum Messe Festival í Týsklandi og Caithness Festival í Skotlandi saman við nøvnum sum Connie Smith og Billy Yates. Staklagið “Blue Radio” verður spælt sera nóg í írskum Country-útvarpi, og Evi fekk eisini góð skotsmál, tá hon herfyri vitjaði í Írlandi, verður millum annað sagt í grundgevingunum.

Hátíðarhaldið hjá Irish Country Sound verður mánadagin 4. mars. Evi Tausen hevur fingið fyrispurning um at koma at spæla á hátíðarhaldinum, men enn er ikki greitt, um hetta verður veruleiki.

 

Á myndini sæst Evi saman við Paula Magnussen og Jens Marna Hansen, meðan tey trý herfyri vóru á ferð í Týsklandi og Írlandi.