Um vikuskiftið verður stór kapping í Margarinfabrikkini fyri evnarík børn.
Hetta er sjeyndu ferð, at børnini, sum eru í aldrinum frá 3. til 6. flokk, fáa høvið til at vísa síniu kynstur.
Seinastu árini hava tey flestu børnini sungi, spælt tónleik og dansað, men fyrireikararnir leggja dent á at øll kynstur kunnu vísast á pallinum, alt frá fimleiki til upplestur.
Í Margarinfabrikkini verður dentur lagdur á, at umstøðurnar skulu vera góðar og samstundis fáa børnini vegleiðing í at framføra á palli.
Fyrireikararnir siga, at øll børnini skulu hava tað hugnaligt og stuttligt og at eitt tiltak sum hetta er við til at menna teirra egnu førleikar.
Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin at hyggja at kappingini, og at hetta verður ein heilt serligur dagur í Margarinfabrikkini, tí hølini verða prýdd.