Kjakið um fosturtøku er aftur í hæddini. Heita evnið er javnan uppi og vendur, og seinastu vikuna hava serliga fjølmiðlarnir varpað ljós á evni. Fosturtøka er eitt evni, ið flestu føroyingar hava ein støðu til, og tí er ein evnisdagur um evnið rættiliga viðkomandi í hesum døgum.
Føroya Pro Vita er felagið, ið virðir rættin hjá ófødda barninum. Felagið skipar leygardagin fyri evnisdegi um ráðgeving í fosturtøkuspurningum. Evnisdagurin verður skipaður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Í samband við evnisdagin, kemur Bente Holmgaard úr Danmark at halda tríggjar fyrilestrar. Heitið á fyrilestrunum eru:
1) Hvussu meinigheitir ella samkomur kunnu gera mun í okkara samfelag
2) Hvussu kenslur fáa mál í ráðgevingini
3) Hvussu trívist ein best sum ráðgevi
Bente Holmgaard er útbúgvin lærari og er leiðari á fosturtøkutelefonini hjá felagsskapinum "Retten til liv" í Danmark
Evnidagur er almennur og byrjar kl. 10