Eirikur Lindenskov
Í seinastu viku var Jóannes Eidesgaard á ráðstevnu hjá evropiska felagsskapinum hjá javnaðar- og sosialistaflokkum. Stevnan varð hildin í Malmö í Svøríki, sum hevur verið háborg svenska javnaðarmanna í næstan 70 ár. Síðani 1930 hevur býurin verið undir javnaðarleiðslu. Ein av gomlu stuðlum floksins, August Palm var úr Malmö, har tað í dag búgva um 250.000 fólk.
Tað var Göran Persson, svenski forsætisráðharrin, ið var vertur fyri stevnuni. Formaður í evropiska felagsskapinum, PES (Party of European Socialists) Rudolf Scharping úr týska Javnaðarflokkinum, SDP.
Göran Persson tosaði um, hvussu væl javnaðar- og sosialistaflokkar eru umboðaðir í evropisku stjórnunum, har teir eru umboðaðir í 13 av 15 stjórnum, sigur Jóannes Eidesgaard. Í 9 av hesum stjórnunum hava leiðsluna.
Tey fýra E?ini
Men hann tosaði eisini um tey fýra E?ini. Við hetta meinti hann Employment, Environment, Education og Enlargement. (Arbeiði, umhvørvi, útbúgving og vøkstur).
Hann segði, at hesi vóru málini, sum javnaðarmenn í Evropa eiga at satsa uppá í komandi tíðum - og júst í teirri raðfylgju, tey vórðu nevnd, sigur Jóannes Eidesgaard
Rudolf Scharping hevði stórar vónir um, at Týskland eisini skuldi teljast millum tey javnaðarstýrdur londini, og kanslarakandidatur SPD, Oscar Lafonten var eisini við.
Aðalskrivarin í ANC var eisini við
Men umframt javnaðar- og sosialistaflokkar í ES vóru eisini umboð úr øðrum londum við. Umframt allar noðurlendsku javnaðarflokkarnar var ANC í Suðurafrika eisini umboðað. ANC er Afrikanski Tjóðskaparflokkurin hjá Nelson Mandela, og var aðalskrivari floksins, Cherryl Carols, við á stevnuni í Malmö.
Hon tosaði um »Good News« og »Bad News«. Tey góðu tíðindini vóru, at tað nú gongur betur í Suðurafrika og m. a. at flokkurin stóð seg sera væl í veljarakanningunum og liggur í løtuni til at fáa millum 62 og 65%, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.
Tey ringu tíðindini vóru m. a., at Afrika hevði brúk fyri einum sterkum og handlandi Evropa - einum heimi, sum bygdi á solidaritet. Hon ávaraði ímóti at halda, at arbeiðið við at demokratisera Afrika var liðugt.
Enn er ikki nátt á mál
Hóast apartheidlógirnar í Suðurafrika eru burtur, so eru framvegis stórir trupulleikar í nógvum øðrum afrikonskum londum, har m. a. Nelson Mandela hevur roynt seg sum semingsmann. Hon legði dent á, at stríðið als ikki er endað - men júst byrjað, sigur Jóannes Eidesgaard.
NATO-aðalskrivarin, Javier Solana, sum er fyrrverandi professari í fysikki, tosaði um trygd. Hann segði, at trygdarpolitikkurin als ikki bert snýr seg um verju - men so sanniliga eisini um fíggjarviðurskifti, handil, umhvørvi og útbúgving. Hann vísti á, at hetta eru viðurskifti sum ávirka NATO nógv.
ES, friður og solidaritetur
Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at Javier Solana eisini tosaði um nýggja bygnaðin í NATO nú talan er um at geva eysturevropiskum londum limaskap.
Hann legði eisini stóran dent á at hava góð viðurskifti við Russland, hann viðgekk, at londini við Miðalhavið eru í eini lyklastøðu, hvat friði viðvíkur og at NATO eins og ST hevur fíggjartrupulleikar at dragast við - felagsskapinum tørvar pengar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Síðani var tað formaður í eysturríska tjóðartinginum Heinz Fischer. Hann tosaði m. a. um fólkaatkvøðuna, sum verið hevur í Eysturríki um ES-limaskapin. Hann segði, at málini, ið serliga høvdu verið uppi í kjakinum vóru um frið og solidaritet - tað var meira tann parturin, ið hevði áhuga eysturríka heldur enn fíggjarviðurskiftini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Pedofeli - felags revsing í øllum ES-londum
Sum nevnt í blaðnum í síðstu viku hevur Jóannes Eidesgaard verið við til rundborðskjak, har evnið var pedofeli.
Tað var svenski ES-kommiserurin, Anita Gradin, ið legði fyri, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.
Hon tosaði um handil við børnum, sum eisini verður framdur um Internetið. Hon ávaraði móti hesum trupulleikar, og nevndi, at tað er upp á tal at gera eina serlóg fyri øll ES-lond at revsa fólk, ið gera seg inn á børn - eisini í øðrum londum.
Endamálið er at fanga tey ella teir, ið eitt nú fara til Thailand at keypa sær barnasex. Lógin skal verða soleiðis háttað, at um eitt nú ein svii hevur sex saman við ein um barni í Thailandi, so skal hann kunna dømast í Svøríki eftir svenskari lóg. Ætlanin er at hendan lógin skal koma í gildi í øllum ES-londum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard øtaðist á frágreiðngarnar, ið komu fram. Har var m. a. sagt, at tað, sum fram er komið um pedofeli í Belgia bert er toppurin á ísfjallinum. - trupulleikin er nógv størri, enn vit geva okkum far um, og bert fá dømi koma alment fram.
Her varð so tosað um at brúka DNA-skráseting fyri at byrgja fyri slíkum, men tá renna vit okkum aftur í aðrar trupulleikar - hóast hetta hevði minkað munandi um brotsverkið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hvat slag av Evropa
Á stevnunini var eisini nógv tosað um, hvat slag av Evropa vit skulu hava. Tá felagsskapurin verður víðkaður eystureftir, verður munurin millum rík og fátæk lond enn størri, og tá verður ring at lóggeva, sigur Jóannes Eidesgaard.
Longu í dag er stórur munur á londum, taka vit eitt nú munin millum Portugal/Spania og Danmark/Svøríki. Sagt verður eisini, at um Pólland hevur ein fíggjarligan vøkstur upp á 5% um árið í 20 ár, kemur landið upp á sama støði, sum Grikkaland, ið er fátækasta landið í ES.
Hetta vísir, at munurin á londunum er sera stórur, sigur Jóannes Eidesgaard.
Poul Nyrup Rasmussen er vorðin ein betri røðari seinastu tíðina, sigur Jóannes Eidesgaard. Eisini hann tosaði um broyttu tíðirnar og legði fyri við orðunum hjá Bob Dyllan: »The Times tey are Achanging?«
Hann tosaði um at røkja arbeiðsmarknaðin, og tá er hann á heimabana, tí júst danir hava røkt sín arbeiðsmarknað sera væl, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hóast Danmark hevur hægsta stuðul til arbeiðsleys, og hóast Danmark lutvíst hevur flest fólk í almennum skipanum, so sum orlovskipanum o. s. fr., so verður ikki mett, at fólk taka sær av løttum.
Poul Nyrup Rasmussen vísti aftur, at góðar almennar skipanir føra við sær, at fólk gerast letingar.
Hann segði, at tað var bert ein myta, sum ikki passar. Men hann mælti til, at samstundis sum fólk fáa arbeiðsloysisstuðul, so skulu tey fáa tilboð um arbeiði, tí tað er best at gera okkurt fyri pengarnar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Annars vísti Poul Nyrup Rasmussen á, at vælferðarsamfelagið ikki er undir trýsti, sum teir borgarligu vilja vera við. Hann segði, at tað er amboðið - pengarnir - ið eru undir trýsti, tí at teir borgarligu alla tíðina eru í móti og vilja leggja fótonglar fyri politikkinum hjá stjórnini. Men hann vísti samstundis á, at teir borgarligu kortini ikki tora at nerta vælferðina - ella at bakka úr vælferðini.
Jóannes Eidesgaard siterar ein belgiskan høvund, sum hevur sagt, at »í vælferðarsamfelagnum fara vit ikki fram - vit avmarka bara afturstigini?«
Rástevnan gjørdi at enda eina fundarniðurstøðu - kallað Let?s Make Europe Work, og var tað eisini fremsta endamálið, at útvega arbeiðspláss. Hetta er málið, sum javnaðar- og sosialistaflokkarnir hava sett sær sum fremsta mál.
Jóannes Eidesgaard sigur um stevnuna, at hon var sera væl eydnað - og at hann var sera fegin at vera við.
Eg kenni meg betur fyri nú aftaná, tí tað er so hugvekjandi at kjakast við onnur um slík viðurskifti og at fáa at vita, hvussu onnur arbeiða, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hóast Føroyar ikki eru limir í ES, so er nógv vit kunnu samstarva og tosa við onnur um - limalond í ES eins og onnur lond.
Javnaðarflokkarnir eru internationalir, og kós okkara er felags. Tí hava vit nógv at tosa við onnur um, sigur Jóannes Eidesgaard.
Næsta stevnan hjá PES verður í Brússel um tvey ár, og verður Javnaðarflokkurin aftur við, sigur Jóannes Eidesgaard at enda.